Peugeot 200 ár

Í ár eru 200 ár liðin síðan franska Peugeot verksmiðjan varð stovnað av brøðrunum Jean-Pierre og Jean-Frédéric Peugeot.

Franska Peugeot verksmiðjan er ein av elstu ídnaðarfyritøkum í heiminum. Verksmiðjan, sum varð stovnað í 1810, byrjaði við stálframleiðslu og varð seinni kend fyri sínar kaffimyllur og framleiðslu av amboðum. Eftir at hava framleitt súkklur í eina tíð byrjaði framleiðslan av motorakførum fyri umleið 120 árum síðan. Í dag er Peugeot partur av fronsku konsernini PSA Peugeot Citroën.