Hjá barnafamiljum ella hjá teimum sum hava brúk fyri nógvum plássi, er Peugeot 807 ein møguleiki til at ogna sær ein bil, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál. Hóast bilurin líkist forgangaranum er talan um ein heilt nýggjan bil. Bilurin hevur fjarstýrdar el-skjótihurðar á báðum síðum. Hetta lættir munandi um teimum, sum skula inn og út úr bilinum. Peugeot 807 fæst bæði sum MPV við upp til átta sitiplássum og sum vørubilur. Setrini kunnu flytast, snarast ella takast út, alt eftir hvat bilurin skal búkast til. Av tí at hondbremsan situr vinstru megin førarasetrið, og girstongin er í instrumentborðinum, er gott pláss at ganga millum setrini. Instrumentborðið er av nýggja designinum við in-strumentunum í miðuni.
Tríggir motorar
Peugeot 807 fæst við trimum ymiskum motorum, einum 2,0 bensinmotori við 138 hk, og tveimum HDI dieselmotorum við ávikavist 110 og 130 hk.
Viðvíkjandi trygdini hevur Peugeot 807 airbag framman, í síðunum og gardinairbag.
Umframt ABS, hevur bilurin eisini EBA (Emergency Brake Assistent) EDB (Elektroniskan bremsukraftdeilara) ESP (Elektroniskt Stabilitets Program), automatisk katastrofu-blunkljós við neyðuppbremsing. Peugeot 807 hevur eyðkendar franskar koyrieginleikar við eini servostýring, ið tillagar seg ferðina. Umframt alla standardútgerðina fæst 807 við hesi eykaútgerð: Klimakontroll, sóltaki (3 sóltak), parkeringsradara, el-skjótihurðum, leður setrum, Xenon forlyktum og 15" alufelgum. Saman við Citroën C8 og Fiat Ulysse bleiv Peugeot 807 kosin til "Årets Varebil i Danmark 2003". Fjórði bilurin í familjuni, Lancia Phedra, var ikki við av tí orsøk at hann verður ikki innfluttur til Danmarkar. Teir vunnu t.d. uppá at teir hava skjótihurðar í báðum síðum, stóra baklúku, stórt og rúmligt vørurúm ið er gott at koma til, rattið kann stillast allar vegir og teir eru góðir at koyra, eisini fult lastaðir.
?????????????
Peugeot 807 2,2 HDi Van
Motorurin:2,2 litur 4 syl. diesel við 130 hk
v. common-rail innspræning
0-100 km/t:13, 6 sek
Oljunýtsla:13,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:215/65-15
Stødd og vekt:
Longd472,7 cm
Breidd185,4 cm
Hædd175,2 cm
Eginvekt1725 kg
Totalvekt2500 kg
Vørurúm2948 litrar
Prísurkr. 299.000
+ el-dragihurðarkr. 5.500
+ leður seturkr. 11.600
Søluumboð:P/F Meinhardt Arge
Undir Krákugjógv 5
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
e-mail: [email protected]