Phelps hevur javnað metið hjá Mark Spitz

Tað gekk akkurát hjá Michael Phelps. Phelps vann sítt sjeynda gullheiðursmerki í finaluni í 100 metrar firvaldarsvimjing. 23 ára gamli Phelps kom á mál við tíðini 50:58 sekund, serbin Milorad Cavic vann silvur við tíðini 50:59 sekund, bert 1/100 av einum sekundi aftanfyri Michael Phelps. Tað var bert ein lítil negl á muni. Serbia sendi eina klagu inn um úrslitið, men dómarnir og altjóða svimjisambandið vístu klaguni aftur. Í morgin hevur Michael Phelps møguleikan at gerast mætasti olympiski meistarin nakrantíð, tá hann og liðfelagarnir skulu svimja 4 x 100 metrar medley. Vinna Phelps og liðfelagarnir, so er metið hjá landsmanninum frá OL í München í 1972, Mark Spitz rokið. Tá stendur Phelps við 8 gullheiðursmerkjum frá einum OL, og samlað 14 gullheiðursmerkjum. Phelps var tó í iva, um hann hevði vunnið í dag: ?Tá eg var komin á mál, so helt eg, at eg hevði tapt fyri Cavic, men tá eg sá, at tað stóð ?1? frammanfyri navninum hjá mær, tá rópti eg í berari gleði.? Phelps hevur vunnið gull í 400 m. medley, 200 m. frí, 200 m. firvaldarsvimjing, 4 x 100 m. stafett, 4 x 200 m. stafett, og 200 m. medley. Í øllum 7 førum hevur talan verið um heimsmet. Heimurin hevur ongantíð sæð nakað líknandi.