Piddamálið: Varnaðist einki óvanligt

Fyrrverandi kona Pidda váttaði í rættinum, at hon hevði verið inni í húsunum á Gerðisvegi fríggjadagin, men tá hevði hon ikki ruddað.

Hann var farin seinni einsamallur at taka tað ringasta upp.

Dagin eftir fóru hon og tann ákærdi aftur í húsini eftir døgurða. Tann ákærdi hevði verið knottin inn á hana, at hon ikki var uppi fyrr.

Tann ákærdi segði í rættinum í seinastu viku, at hann var farin út, tí hann toldi ikki at síggja blóð, og at hon hevði vaskað. Tað noktaði hon at hava gjørt. Hon hevði ongan lappa tikið upp í hendurnar, og hon hevði ikki funnið uppá at fara at vaskað við køldum vatni. Oljufýrið var slóknað.

Hon hevði sæð nakað myrkt reytt á galvinum við høvdarlagið á songini, men hon hugsaði ikki, hvat tað var. Um tað var blóð, reyðvín ella hvat. Hann hevði tikið ein lappa og turkað tað burtur. Hon svaraði hart nei, tá ið hon varð spurd, um blóðug klæðir hingu á radiatorinum.

Aftaná kom hon at hugsa um, at eitt skar var á seingjargalvinum. Tað kundi sær út sum, at tað við eitt nú knívi var skorið í.

Kvinnan tosaði eisini um, at hon í køkinum hevði funnið eitt talutíðarkort, sum hon legði frá sær. Men tá ið hon skuldi fara eftir tí, var tað ikki at finna. Seinni kom tann ákærdi og gav henni tað.

Hon hugsaði tá framvegis ikki, at nakað illgrunasamt kundi verið hent.