Einasti føroyski leikarin í skotskum fótbólti, John Frederiksen stríðist við at fáa spælitíð hjá Raith Rovers í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini.
Tá Raith Rovers í kvøld vann 1-0 á Hamilton á útivølli var talan um triðja dystin á rað, har John Frederiksen onga spælitíð fekk.
John fekk 12 minuttir á vøllinum, tá Raith Rovers tapti 0-2 fyri Ayr United á útivølli, leygardagin 3. desember.
John hevur sitið á beinkinum í fýra av teimum seinastu seks dystunum hjá Raith Rovers í deildini, og hevur bert fingið 15 minuttir á vøllinum samanlagt hesar seks dystirnar.
Enn hevur stóri føroyski áleyparin ikki skotið fyrsta málið fyri Raith Rovers síðani skiftið til skotskan fótbólt.