Leikurin ?Pinocchio³, sum Havnar Sjónarfelag hevur framført fyri fullum húsum fleiri ferðir - ikki færri enn 5000 fólk hava sæð leikin - verður skjótt framførdur fyri donskum børnum - á Bornholm. Tað er ?Scene 2³ á Bornholm, sum hevur boðið felagnum at koma til Bornholm við leikinum.
Fyri at kunna fíggja slíka ferð varð leygardagin skipað fyri sera hugnaligum og stuttligum tiltaki í Sjónleikarhúsinum, har nógv børn og ung vitjaðu.
Har var køkutombola, fiskidammur, bóltblakan, ?Muntre køkken³, seymsláing oma. Møguleiki var eisini at verða avmyndaður saman við leikarunum.
Sosialurin skilur, at tiltakið var sera væleydnað og kom eisini fitt av peningi inn til ferðina.
Teir 18 leikararnir og tey 7 hjálparfólkini fara til Bornholm 1. juli og koma heimaftur 8. juli.
Eingin ivi er um, at ikki bert teir mongu leikararnir fáa eina uppliving, nú høvi verður at fara til Bornholm at vísa leikin. Tað verður so sanniliga eisini ein sonn frøði og uppliving hjá børnum og ungum á Bornholm at sleppa at síggja føroysku leikararnar á palli. Tey tilkomnu, sum hava verið so heppin at síggja leikin saman við børnum, eru helst øll hugtikin av tí framúr góða spælinum og leikinum í heila tikið. Eitt vælaverk hjá Havnar Sjónleikarfelag, eitt verk, har børnini eru í sentrum, og tað er nakað, sum bert kann frøða okkum øll.