info
Ongi úrslit

Hóast verkfall: Pison hevur landað í Ánunum

In.fo hevur roynt at fingið fatur í skiparanum á Pison, formanninum í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og samskiparanum í Samtak, men tað hevur tíverri ikki eydnast.

Vilmund Jacobsen
7. juni 2024 kl. 11:49

Frystilínuskipið Pison, sum herfyri kom aftur av Flemish Kap, hevur nú landað í Ánunum í Klaksvík. 

Hetta er greitt, eftir at In.fo hevur fingið nakrar myndir, sum eru tiknar í Ánunum fyrrapartin og sum vísa, at Pison at síggja til flýtur lætt í sjónum.

Sagt verður, at fiskurin er landaður og er koyrdur inn á frystigoymsluna á bryggjuni, har hann verður liggjandi - í øllum førum, til verkfallið er av. 

In.fo hevur í morgun roynt at fingið fatur í skiparanum á Pison, formanninum í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og samskiparanum í Samtak, men tað hevur tíverri ikki eydnast.

Men, hetta hevur ikki eydnast, tí telefonin hjá teimum er ikki tikin. Hugsandi er, at formaðurin júst situr í hørðum sáttmálasamráðingum á Hotel Føroyum.

Vit ætlaðu at spyrja, um Pison hevur fingið undantak til landing frá feløgunum í verkfalli. Sum skilst, fer skipið nú á beding.

Frystulínuskipið Polarstjørnan, sum herfyri kom undan Grønlandi, hevur eisini ligið í Klaksvík og bíðað eftir landing.

Pison er gamli Vestfart, bygdur á Vágs Skipasmiðju í 1987. Kósin í Klaksvík og skiparin, Eyðstein Sørensen, eru høvuðseigarar í skipinum, sum er skrásett á Viðareiði.

Lesið eisini her: Velduga stór virðir kunnu fara fyri skeyti

Myndin er ikki tøk

 


 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Nú er tað alment: Elias fer til Aalborg

3 minuttir síðan
Tíðindi

Blómuhav mitt í heims­ins turr­astu oyði­mørk

24 minuttir síðan
Tíðindi

Deyðadømdur: Leyslatin eftir 41 ár

42 minuttir síðan
Tíðindi

Pallborðskjak í kvøld

43 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaverkætlanin í Vági kann gerast varandi

58 minuttir síðan
Tíðindi

Karlamagnusarbreyt – hvussu nógv skal byggjast, áðrenn tit lurta?

1 tími síðan
Hondbóltur

EM: Undansølan til Føroyar-Kosovo byrjar mánadagin 5. oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Hjalmar Han­sen kann ikki úti­loka upp­sagn­ir í nýggja stovninum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt sertilboð lat upp í Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Sunda komm­una kann fáa eyka­rokn­ing upp á seks milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Fullur maður fekk bót fyri at órógva í býnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri stór mál á tingfundinum í dag

3 tímar síðan