Pláss skal vera fyri øllum

Viðmerkingar til samrøðu við Jenis av Rana í Sosialinum týsdagin 18/09

 

Signar í Homrum

Gøteborg

???????????????



Góði Jenis. Aftaná at hava lisið samrøðuna við teg, um yvirgangin í New York,og muslimar, í Sosialinum týsdagin, helt eg at eg ikki kundi lata verða við at gera nakrar viðmerkingar til orð tíni. Eg vóni at blaðmaðurin hevur miskilt tíni orð, og at greinin ikki er støða tín.

Tú sigur, at ?...tað er blint hatur, ið fær fólk at gera slíkt...? Fyrsta viðmerking: Tað er blind fanatisma, ið fær fólk at gera slíkt.

Tú sigur, at ?...týskari var dømdur hálvt ára fongsul, fyri at hava blakað grót móti løgregluni í Svøríki...? Onnur viðmerking: Eg eri sjálvur búsitandi í Gøteborg, har ES fundurin var, og fekk sjálvandi nógv við av rokinum. Tað, maðurin og fleiri onnur eru dømd fyri, er yvirgang móti yvirvaldinum. Her hevur tú nokk misskilt okkurt, tá tú líknar støðuna við Palestina. Gøteborg er jú ikki týskur býur, hersettur av svium. Har er stórur munur á...

Tú sigur, at ?...teirra skriftir læra tey, at tey skulu drepa fyri sína trúgv...? Triðja viðmerking: Eg eri ikki so væl lærdur innan skriftirnar, men gjørdi mær tann ómakin at kanna, júst hvat Koranin sigur um hetta. Tað sum Koranin sigur er, at verða Islams fólk forfylgd fyri sína trúgv, hava aðrir muslimar skylda at leggja uppí, soleiðis at tað er liviligt fyri øll fólk, óansæð trúgv. Tvs. tey skulu ikki drepa frá hond, uttan steðga harðskapi...

So ansa eftir, ikki at skýra eina heila trúgv, fyri tað sum nøkur fá gera. Tað er sum at siga, at tað sum hendi í Waco í Texas, at tað er soleiðis øll kristin bera seg at.

Síðst í greinini sigur tú, at _... USA gongur á odda fyri fólkavaldinum...? Eg havi bert hug at siga: ?Minnist tú Salvador Allende ?? Og øll hini, har USA, við hjálp av CIA og øðrum steðgaði fólkavaldinum, tí teir vóru bangnir fyri fólkavaldu vinstrafólkunum. Nei, USA tænir ikki bara fólkavaldinum, men eisini egnum áhugamálum.

Sum eina síðstu viðmerking til samrøðuna við teg, havi eg hug at nevna, at greinin í Sosialinum týsdagin 18/09, hevði í Svøríki verið skýrd ?Hetz mot Folkgrupp?. Hetta er ein serlig lóg, sum er gjørd aftaná nýnazistarnir eru farnir at gera um seg. Lógin heimilar lógvaldinum, at leggja uppí, og døma fongsulsrevsing til fólk, ið mæla til hatur ella andstygd fyri øðrum fólki ella trúarbólkum. Og so ikki at gloyma Yvirlýsingina hjá ST um mannarættindi, sum tú kanska átti at lisið...


Yvirgangur kann aldrin góðtakast

Nú haldi eg, at eg skal leggja doyðin á, at eg eri ímóti yvirgangi av øllum slag, líkamikið hvør tað er sum fremur hann. Men sum eitt slag av samanbering við yvirgangin í USA, vil eg taka upp nakað sum hendi fyri 19 árum síðani:

Tann 16 september 1982 lupu ísraelskar falangistdeildir á flóttarfólkalegurnar Sabra og Shatila, og byrjaðu eitt trídaga langt blóðbað við neyðtøkum, yvirgangi og morði. Hesar tríggjar dagarnar lótu 1.800 fólk lív. Tey flesu civil. (Eftir orðabókini hjá Jóannesi av Skarði merkir hetta borgarar, fólk sum ikki ganga í hermannabúna). Hetta gjørdi eisini at Ísrael hersetti Libanon, sum aftur kostaði 17.500 fólkum lívið. (Sambært grein hjá Robert Fisk í The Independent)

Hetta er okkurt um 3 ferðir so nógv, sum doyðu í World Trade Center og Pentagon, men eg havi ikki hoyrt nakað um livandi ljós og minnisløtur fyri hesi fólk. Ikki heldur havi eg hoyrt nakað um, at tann sum verður sagdur at hava ábyrgdina av hesum, nevniliga Ariel Sharon, skal stevnast inn fyri rættin í Haag fyri hesi brottsverk, hóast at nógv fólk hava kravt tað. Tað er, sum onkur hevur sagt, at tað er vinnarin ið skrivar søguna... Hetta skal ikki heldur skiljast sum um, at eg haldi at ?USA er fanin?, men heldur sum ein kontrast til tað sum júst er farið fram. Og hevur USA tikið uppá seg leiklutin sum heimsløgregla, ja, so verða teir í stórum vanda sum mál tíverri.

Nei, hvørki kríggj ella yvirgangur loysir nakran trupulleika. Tað vit menniskju mugu læra, er at tosa um tær ósemjur, ið eru okkara millum. Alt annað elvir bara til meira harðskap. Og kalla vit okkum eitt framkomið samfelag, mugu vit verða hevjaði yvir hevnd. Tað sum umræður, er at verja samfelagið, við øllum tess borgarum, trúgvum og liviháttum móti ágangi. Nógv verður tosað um kríggj móti bin Laden og Afghanistan. Men hetta, ífylgi Robert Fisk, hevði verið at fylgt mynstrinum hjá bin Laden. Hansara ynski er, at draga alt miðeystur í kríggj móti USA og Ísrael. Og leypur USA á, so kanska tað eydnast


Rættvísi, umsíðir

Einaferð var tað ein yvirgangsmaður, sum kallaður varð Sjakalurin. Aftaná sekstan ár bleiv hann handtikin í Sudan, av fronskum trygdartænastumonnum. Ikki eitt fólk læt lív, fyri at fáa hendan mann fyri rættin. Hann situr í dag í Santé-fongslinum í Fraklandi. Onkur legði eina bumbu í eitt flogfar í Bretlandi. Flogfarið sprongdist, og datt niður yvir eina skotska bygd, og nógv fólk lótu lív. Aftaná tólv ár við tingingum, vórðu fólk sett til svars fyri hetta.

Tað sama fer at henda við Osama bin Laden. Fyrr ella seinni kemur maðurin at standa til svars fyri leiklut sín í altjóða yvirgangsvirksemi. Men tað tekur tíð, áðrenn hetta verður veruleiki. Men tað verður veruleiki. Fortíðin fær ein altíð aftur. Og tá fellir hamarin...

Tað, eg royni at siga, er, at líkamikið trúgv og livihátt, hava vit øll skyldu til at ansa eftir hvørjum øðrum, og ikki royna at kroysta okkara sannføring yvir onnur. Vit hava skyldu at skapa eitt samfelag, har pláss er fyri øllum. Og trupuleikarnar loysir tú ikki við kríggi...

?