Triðja dagin á rað er týdningarmikil uppgerð á skránni á nýggja graslíkinum í Klaksvík.
Fyri ikki er koma í trol við tiltøkinum á Summarfestivalinum, men heldur at økja um tilboðini verður fyrsta bríkslið í landskappingardystinum millum KÍ og B71 longu klokkan 13.00.
Talan er um sera týdningarmikla uppgerð fyri bæði klaksvíkingar og sandoyingar.
Úrtøkan hjá B71 hevur í fjúrtan teimum fyrstu umførunum bara verið fýra stig, sum øll eru vunnin á útivølli: 2-1 sigur í Fuglafirði og 1-1 í Runavík. Hóast tað sær sera trupult út, so er motivatiónin hjá sandoyingum at savna seg um eina avbjóðing í senn, og so fæst tað at síggja, hvussu langt tað fer at bera.
Fleiri skiftingar hava í summarsteðginum verið í B71 hópinum, og avrikið í 3-2 heimatapinum ímóti B36 bendi á, at liðið er styrknað.
Soleiðis sum gongdin hevur verið nógvu tey seinastu umførini, so man møguleikin fyri úrtøku hjá B71 í Klaksvík ikki vera eiðasørur.
KÍ vann í fyrsta umfari 6-0 á B71, sum spældi tann heimadystin á Argjum. Eftir fýra umfør var úrtøkan 10 stig, og eftir 14 umfør er hon 16 stig.
Mánakvøldið vóru klaksvíkingar alt annað enn sannførandi, tá ið teir taptu 3-0 á Toftum, og nú eru teir bara eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tí er dysturin í dag lyklauppgerð hjá teimum.
Miðvallararnir Høgni Madsen og Nenad Stankovic vóru ikki við á Toftum, og teir vera heldur ikki við ídag.
Dómari verður Ransin N. Djurhuus.