Plettskot á sjónum

Men á landi var ikki so væl vorðið hjá teimum, sum royndu at fylgja við kappróðrinum á Jóansøku

Kappróður

 

Tað gekk sum eftir ánni at avgreiða triðju FM kapprógvingina í ár. Klokkan var ikki meiri enn trý korter til fimm leygardagin, tá ið skotið gelti fyri síðsta 10-mannafarinum, sum fór um málið.

Í hvussu so er tríggjar orsøkir vóru til, at tað gekk so skjótt og væl.

Ein var veðrið. Róðrarlíkindini vóru avbera góð. Tað var mest sum dammstilli á fjørðinum, og tað hevur sjálvandi stóran týdning.

Ein onnur orsøk var, at allir róðrarnir vóru av 1000 metra málinum. Tað ber við sær, at tað er eingin spilltíð, sum skal brúkast til baksið at flyta fasta startin frá 1000 og út á 1500 og 2000 metra málið. Harafturat hevði tað í hesum sambandi stóran týdning, at starturin var dygst innanfyri grótkastið og harvið so tætt at landi og ikki langt úti á.

Ein triðja orsøk til, at tað á Jóansøku gekk so væl at fáa kappróðurin frá hondini, var, at manningarnar nú eru um at koma í venjing, tá ið tað ræður um at manøvrera bátarnar á fasta startinum. Á Norðoyastevnu eru tað altíð fleiri óroyndir rógvarar og róðursmenn, og á Sundalagsstevnu eru tað eisini ofta fleiri, sum ikki eru heilt álvulig við støðuna. At tvær kappingar hava verið tveir fylgjandi leygardagar kennist aftur á Jóansøku.

 

Áskoðararnir ikki góðar treytir

Hóast luttøkan onkuntíð hevur verið størri, enn hon er tað í ár, so er tað framvegis stórur áhugi fyri kappróðri. Serliga stórur er hann í økjunum, har tað hilnast væl. Sundabáturin hevur altíð áskoðarar við sær, og hesi taka eisini á við Árnfirðingi. Soleiðis var tað eisini hesa ferð.

Heiðabáturin hevur eisini áskoðarar við sær, hóast teir ikki eru so nógvir, sum tá ið Eysturoyingurin var í vælmaktini. Tað eru eisini tey av bygd, sum fylgja eitt nú gentunum á Hvassa og Frúnni, kvinnunum á Ørnini og eisini bátunum úr Vestmanna.

Nógv størsta luttøkan í kappróðrinum er úr høvuðsstaðnum, og tað sæst eisini aftur á teimum, sum fylgja við. Havnar Róðrarfelag er rættuliga komið fyri seg aftur. Hesa ferð vunnu tríggjar manningar hjá Havnar Róðrarfelag – Sílið við dreingjum og kvinnum og Drekin við gentum – og tvær manningar hjá Róðrarfelagnum Knørri vunnu – Jarnbardur við kvinnum og so Ormurin.

Umframt úr hesum báðum feløgunum vóru eisini tey á Jóansøku, sum kenna seg heima í Argja Róðrarfelag.

Skoðsmálið millum áskoðararnar var, at tað kundi havt verið betri skipað á landi. Tað sigur myndamaðurin hjá Havnar Róðrarfelag, Christoffer Lützen, við heimasíðuna hjá felagnum, drekin.fo:

- Serliga finnist eg at fyrireikarunum, at skipini, sum lógu við bryggju, ikki vórðu flutt. Bátarnar, sum vóru næst kajini, sóust ikki, fyrr enn teir vóru 150 metrar frá málinum, og teir uttastu bátarnir 500 metrar frá málinum, sigur Christoffer Lützen.

Kappróður verður aftur komandi leygardag, tá ið tað verður Eystanstevna í Runavík og harvið kappróður á Skálafjørðinum.