TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Pola J. Hansen, sum var viðmerkjari hjá Rás2 til dystin millum føroyska U20 manslandsliðið og makedonska U20 manslandsliðið taka samanum. Ein dystur Føroyar taptu 17-21, aftaná javnleik 8-8 í steðginum.
Sambært Pola J. Hansen, sum annars er venjari hjá mansliðnum hjá StÍF, so er tað ergiligt, at Føroyar ikki standa við tveimum sigrum og fýra stigum í EM-undankappingini, sum er í Sveis í hesum døgum. Sambært Pola J. Hansen hevur føroyska U20 manslandsliðið havt bæði spælið og málmøguleikarnar til at knógva bæði Montenegro ígjár, og Makedonia í dag, og nú standa hondbólts-Føroyar og ergra seg við bert einum stigi.
Í morgin væntar Pole J. Hansen, at teir, sum ikki hava fingið møguleikan tveir teir fyrstu dystirnar fara at fáa møguleikan, tí koyrt hevur verið nógv við teimum somu spælarunum tveir teir fyrstu dystirnar.
Í morgin klokkan 12 spæla Føroyar ímóti Sveis. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2.