Í november spældi Caroline Wozniacki ein uppvísningsdyst míti Victoria Azarenka í Hvítaruslandi, og fleiri árigi einaræðisharrin, Aleksander Lukasjenko, spældi við. Tað hevur nú fingið fleiri danskar politikarar at reagera. Framsøgumaðurin í uttanríkismálum hjá Vinstra, Michael Aastrup Jensen, kærir Caroline Wozniacki fyri »diktatorhyldest« og heldur, at Wozniacki »spælir besti vinur við ein harðrendan einaræðisharra við flriei drápum á samvitskuni«.
Kamal Quershi er samdur við vinstramanninum og hevur kravt, at tennissambandið setur Caroline upp á pláss.
Tey Konservativu er tó ikki samd við hinum báðum.
- Steðgið hesari herferðini móti Caroline Wozniacki. Vit skulu minnast til, at talan er um eina 19 ára gamla gentu. Tað er heldur ikki rætt at blanda ítrótt og politikk saman. Hon er ein professionell gtenniskvinna og skal ikki spyrja øll møgulig fólk, hvønn hon má hitta og ikki, sigur politiska framsøgukvinnan hjá Konservativu, Carina Christensen.