Tað er í sambandi við avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini at nokta Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina soleiðis, at matstovan Koks kann byggja matstovu við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað, at politikarar siga sína hugsan í Sosialinum í dag.
Málið varð avgreitt í øllum liðum, áðrenn Yvirfriðingarnevndin endaliga skuldi taka støðu. Og har varð málið steðgað, tí nevndin heldur, at nýtslan av bygningunum og tess virksemi fær ein annan karakter, enn landbúnaðurin, sum nú er í økinum, at ætlanin hevur skemmandi ávirkan á økið í Fossdali, og at verkætlanin kann byggjast onkra aðrastaðni.
Sosialurin hevur umframt løgmann spurt formenn og -kvinnur í ymsu flokkunum á tingi og borgarstjóran í Havn. Tey eru øll á einum máli um, at tað er stórt spell, at Koks ikki sleppur at fremja verkætlanina:
Bárður Nielsen: Ein vanlukka at Koks ikki sleppur at byggja
Heðin Mortensen: Vit standa spyrjandi um avgerðina av forða Koks
Ruth Vang: Sera harmiligt at Koks varð steðgað
Aksel V. Johannesen: Rættiliga óheppið at Koks ikki sleppur at byggja
Christian Andreasen: Eri ómetaliga keddur av at Koks ikki fær sítt loyvi
Bill Justinussen: Vit hava skotið okkum í fótin
Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á sos.fo
##med2##
##med3##