Leygardagin fór Atli Gregersen frá sum formaður í Fiskidaganevndini, sum er sett at ráðgeva Fiskimálastýrinum.
? Fiskimálastýrið tekur ikki atlit til fiskifrøðina, tá fiskidagatalið verður ásett, og tí havi eg ikki hug at halda fram í nevndini, sigur hann.
? Tað er alneyðugt, at veiðitrýstið verður skert varisliga komandi árini, tí á tann hátt kunnu vit halda fast við framgongdina í vinnuni, og vit kunnu skapa ein enn meira burðardygga vinnu, sigur Atli Gregernsen.
Hann mælti til ein niðurskurð upp á seks prosent í fiskidagatalinum fyri komandi árið, meðan hinir fýra limirnir í Fiskidaganevndini mæltu til sama fiskidagatal. Fiskifrøðingarnar hildu, at best er við eini minking upp á 25%.
Men landsstýrismaðurin við fiskimálum mælir til, at fiskidagatalið verður tað sama komandi ár, og tað fer hann at fáa undirtøku fyri í tinginum.
Tora ikki
Atli Gregersen heldur, at politikarar mangla dirvið til at skerja veiðistrýstið.
? Teir tora ikki at minka talið á fiskidøgum, tí tað er ein pínufull broyting at gera í fyrstu atløgu. Ein minking fer at merkja, at onkur skip mugu leggjast, og onkur reiðarí ikki fara at klára seg. Men hetta er eitt neyðugt stig at taka og verður í longdini ein stórur fyrimunur fyri vinnuna, sigur hann.
? Ein minking í fiskidagatalinum fer at merkja minni veiði fyrstu tíðina, men í longdini fer tað at merkja, at meira kann fáast við minni orku, og lønsemið í vinnuni fer at vaksa.
Atli Gregersen heldur, at tað verða ikki færri fiskimenn fyri tað, um fiskidagatalið minkar. Hinvegin heldur hann, at fiskimenn fara at fáa nógv betri umstøður at arbeiða undir.
? Hevði sama reiðarí átt allar fiskidagarnar undir Føroyum, so hevði hetta reiðarí lagt ein triðing av skipunum. Men trupulleikin við at skerja fiskidagatalið nú er, at tað eru so nógv reiðarí og skip, og at onkur mugu leggjast, um tað verða færri fiskidagar. Tað er hetta, sum politikarar mangla dirvið til at gjøgnumføra.
Jørgen sannførdur
Atli Gregersen heldur, at politikararnir mugu lurta betri eftir tí, sum fiskifrøðingarnir bera fram.
? Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og hevur alstóran týdning fyri samfelagið. Tí mugu vit lurta eftir fiskifrøðini eisini. Tað er óhugaligt at síggja, hvussu ivi verður sáddur um alt, sum fiskifrøðingarnir siga, tá tað merkir niðurskurður í fiskdøgum og trýsti, sigur hann.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, heldur ikki, at politikararnir mangla dirvið til at skerja fiskidagatalið.
? Vit hava gjørt okkara tilmæli eftir bestu sannføring. Vit hava tikið øll tilmælini við í okkara meting, og so hava vit gjørt eina niðurstøðu, sum vit halda tænir samfelagnum best, sigur Jørgen Niclasen.
? Vinnan er sjálv í ferð við at tillaga seg, og tí er eingin orsøk at sjokkviðgera hana nú, heldur hann.