Politikarar viðgera studentaskúlatrætuna

Internet-Sosialurin, mikukvøld: Nú tíma næmingarnir í studenta- og HF-skúlunum ikki meira at hava jólafrí. Í øllum førum fara teir í morgin (hóskvøld) at royna at fáa glið á málið. Teir hava biðið umboð fyri nakrar politiskar flokkar um at koma á almennan pallborðsfund í læraraskúlahøllini, har evnið verður viðgjørt.

Flokkarnir gera sjálvir av, hvør umboðar teir, tá fær Eilif Samuelsen serliga innbjóðing at umboða Sambandsflokkin.


Fundurin verður klokkan 20:00, og við pallborðið sita umframt politisku umboðini, umboð fyri foreldur og næmingar. Orðstýrari verður Eyðun Djurhuus, varaskúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla.


Absalon Eysturoy úr næmingaráðinum í Hoydølum sigur, at ætlanin við fundinum er at koma nærri eini politiskari semju og samstundis at fáa allar meiningar og øll sjónarmið fram. Hann sigur, at hetta er tí, at mannagongdin í Tinginum er so mikið drúgt, at skulu næmingarnir bíða longur, verður ógjørligt hjá nógvum næmingum at fáa húgvuna á høvdið til ásetta tíð.


­ Heldur ikki sær út til, at partarnir í málinum koma nakran veg í samtráðingunum - tí hevur næmingarráðið tikið stig til fundin.


Annars var júst evnið um trætuna millum felagið hjá lærarum við studenta- og HF-skúlarnar og Eilif Samuelsen evnið í fimmaranum í útvarpinum seinnapartin. Gestir vóru Eilif Samuelsen og Snorri Fjallsbak, formaður í felagnum hjá lærarunum og eitt umboð fyri næmingarnar


Hóast ikki tað stóra kom burtur úr, so váttaði Eilif Samuelsen, at Landsstýrið stóð saman um stívrendu støðuna hjá landsstýrismanninum í skúlamálum.


Men tá Kristian Magnussen, landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina, ringdi inn og spurdi Eilif Samuelsen, um tað var rætt, bakkaði Eilif Samuelsen, og segði, at hann og Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, vóru samdir.


Kristian Magnussen er so ikki samdur við Eilif Samuelsen?