Politikaraskúlin

Kári á Rógvi løgtingsmaður

 

Vit royttu á trøðni hjá Hans Paula á Kelteigum í Sumba, nakað omanfyri Rubbikeldu, eystanfyri Stovusvingið, tá ið kringvarp Føroya for så vidt angår útvarpið bar tey tíðindi, at Jenis av Rana hevði tykta og agað okkum í andstøðu í uttanlandsnevndini fyri at hava sagt opið og ærliga, hvat vit hildu um sonevndu grønlendsku sjálvstýrislógina. Samstundis varð sagt frá ferð nevndarinar til New York – uttan at nevnt var, at Kári á Rógvi vildi ikki við á hesa ferð.

 

Mær rann til hugs einasta avgjørda vallyfti mítt. Einastu ferð nakar veljari vendi sær til mín við orðunum “eitt mást tú lova mær,” hugsaði eg, “man vera okkurt loyvi ella kanka lán er onkrum almennum grunni,” men hesi segði bara púra álvarsamur: “tú mást lova mær ikki at fara á politikaraskúla og blíva sum hinir.”

 

Siroppur á fingrunum

Václav Havel, skald og forseti kekka, hugleiddi einaferð um hetta at vera fólkavaldur. Tú situr við ta stóru tunnuna av siroppi og skalt býta út. Hugdjarvur og rættlatin drýpur tú oysuna niðurí og letur hesum og hasum góða endamálinum av landsins tilfeingi. Men sohvørt tó oysir, heftist meiri siroppur uppí sleivini, og nakað rennur um fingrarnar, og fyrr ella seinni sleikir tú tær at fáa klistrið burtur. Siroppur er søtur, og tú sleikir tær oftari um fingrarnar, og áðrenn tú varnast, oysir tú tær sjálvum og endar við høvdinum niðri í tunnuni við søtmeti.

 

Tingfólk í Føroyum hava sera vánaligar umstøður at arbeiða undir. Vit kunnu siga, at sleivin er ov stutt, sprekkut og formáar sær lítið afturímóti oysunum hjá landsstýri og embætisverki, tá ið umræður at raðfesta fæ landsins. Men treyðugt so, okkurt søtmeti rennur niðureftir skaftinum; serliga er framíhjárættur hjá tingfólki at sleppa at ferðast annaðhvørt ár við hvørji løgtingsnevnd. Sama ger hvagar og hví, vit eiga rætt at ferðast, og ferðast skal áðrenn høvi gleppur av hondum. Formansskapurin fór til andaliga føðiland okkara at halda fund; og turvelvandi bragdið í siroppinum fornoktaði seg ikki. John Johannesen, ið byrjaði karrieruna sum krossfarandi tíðindamaður, gjørdist nú firtin, sjálvsat ikki egna, men frúunar og helst eisini fólksins vegna. Tá ið fólksins umboðsmaður fær onkra bølluta fyri at hava (umenn óviljað) seinkað fólki heim at hyggja at EM-finalu, ja so er tað jú sjálvt fólkið, ið verður háað, og sjálvar Føroyar, ið firtnar taka seg úr flogfarinum, krevja skaðabøtur, og kæra sína neyð fyri Norðlýsi og fjølmiðlanevnd.

 

Mína báðar nevndir, uttanlandsnevnd og fíggjarnevnd, hava elvt mær stórt vónbrot. Samlaða tekstmongdin, vit hava skrivað í álitum man vera minni enn framleiðslan hjá skúlanæmingi. Serliga Jenis av Rana avmarkar seg vanliga til at siga seg vera samdan við samgonguni, og onkuntíð biða skrivstovu orða okkurt hissini tómgangsprát – sum nú í málinum um sjálvstýrislógina.

 

Men, vit hava rætt at ferðast. Mær stóð í boði at fara til Kulusuk og New York.

 

Felagar tit pjøkan takið

Veljarin á sinni meinti helst, at politikaraskúli er av tí ónda, um hann ger vanlig hampafólk til pamparar. Men í roynd og veru er sanniliga brúk fyri skúling. Hvør veit akkurát, hvør munur er á lógabundnari játtan og stuðulsjáttan, ella hvat er munur á heimildarlógini og heimastýrislógini? Harumframt er gott at menna telduførleika, málkunnleika – ella fatan av sambærligum viðurskiftum í øðrum londum.

 

Í so máta var eg sjálvur sera fegin um mínar ferðir vestur um hav, ikki minst tá ið Michael Reveal brúkti fleiri vikur at leggja til rættis ferð hjá grundlógarnevndini, har vit hittu alt frá tingfólki av Hawaii til hægstarættarforsetan í Nebraska til akademiska dekanin á Kennedy School of Government á Harvard, og vit fingu íblástur til alt frá tingskipan til mannarættindi. Er nøktandi endamál við ferðini, er hon løgd til rættis av eins lystum, og kemur nakað burturúr, ber til at tosa um at ferðast uppá ‘landsins besta.’

 

Men hjá uttanlandsnevndini var fyrireikinginin ein krímsjúkur teldupostur til umboðsmann Føroya í Danmark, sum sendi annan teldupost til sendistovuna hjá Danmark í ST, sum svaraði at har lá ikki so væl fyri. Ætlanin var bert at hitta onkran, og nevndi uttanlandsnevndin í fyrispurningi sínum millum annað avkolonialiseringsdeildina hjá ST. Júst tann skrivstovan er tó ikki serliga viðkomandi, bæði tí Føroyar ongantíð hava verið koloni, heldur dynastiskt tilknýtt atland, men eisini tí vit báðir Sjúrður Skaale, limir í uttanlandsnevndini, hava verið á hesi skrivstovu og enntá skrivað eina bók um ta og aðrar vitjanir. Nevndin kundi fyrrenn ikki byrja við at lisið bókini og síðani lagt sínar ætlanir.

 

Heldur átti uttanlandsnevndin at hitt grønlendingar á máli um teirra dáragerð at binda seg at illa smíðaðari sjálvstýrislóg; ella at hon fór at vitja sendistovur okkara at vita, hvat tær fáa burturúr – havi ongantíð enn hoyrt nakran fyrilestur um avrikini hjá føroyska diplomatinum, tó at tey óivað eru ótald.

 

Men fullkomiliga ósannførandi skuldi fíggjarnevndin til Eysturgrønlands, og uttanlandsnevndin skuldi bara hitta onkran um okkurt í New York, enntá við frúunum í ferðalagi.

 

Tróndardagar

Tann ringa skúlingin av føroyskum tingfólkum er ikki minst galdandi fyri politisku søgu okkara. Tingfólk munnu flestu vera illa skúlaði í fornnorrønum og tí ikki hava lisið á gamla málinum tær søgurnar, íslendingar skrivaðu um politikk okkara. Vanliga fatanin er tí ov einføld, at Tróndur var heiðin, Sigmundur kristin, Tróndur fullveldismaður og Sigmundur sambandsmaður.

 

Veruliga søgan er hels tíverri nógv nærri dagsins veruleika. Báðir høvdu tikið við kristni, men “denturin lagdur á eitt og á annað;” teir vóru skyldmenn men lógu tó hvørjum øðrum eftir lívinum; flokkar teirra gjørdu viðhvørt samgongu (sum við giftu teirra Leivs og Tóru), men slitu í ótíð og lupu so á aftur.

 

Ikki var frítt henda góðverðursdag í Sumba, á fjalli við bragdarhugaðun alva eins og Brestir á sinni, at eg væntaði okkurt slysálop at løna mær aftur, at eg vildi ikki á politikaraskúlan.

 

Nú á døgum koma tey úr útvarpinum.