Fyrsti svarti ráðharrin í Italia, Cecile Kyenge, sum er ættað úr Kongo, fær dagliga hóttanir. Nú hevur ein rasistiskur lokalpolitikari fingið dóm fyri ærumeiðandi framferð móti ráðharranum.
Dolores Valandro úr italska høgraflokkinum Lega Nord er funnin sek í rasismu og sleppur ikki at røkja politiskar uppgávur í trý ár.
"Hví er eingin, sum neyðtekur hana", skrivaði Valandro í juni á vangan hjá sær á Facebook. Fyri hesi orðini hevur hon fingið 13 mánaða treytaða fongsulsrevsing.
Høgraflokkurin Lega Nord noyddist at koyra Valandro úr flokkinum. Hon hevur ikki gjørt av, um hon fer at kæra dómsavgerðina.
"Sær út sum orangutang"
Italska ákæruvaldið er eisini farið at kanna Roberto Calderoli, oddamann í Lega Nord, sum hevur verið ráðharri hjá Silvio Berlusconi. Seinasta vikuskifti segði hann í eini talu, at Kyenge "sær út sum ein orangutang", skrivar norska Aftenposten.
Enrico Letta, italski forsætisráðharrin, kravdi fyrr í vikuni, at rasistisku orðini móti Kyenge halda uppat. Hann bað serliga Lega Nord rudda upp hjá sær sjálvum.
- Tað er upp á tíðina, at Lega Nord endar henda skammiliga kapittulin eina ferð fyri allar, segði Letta. Hann heldur, at hesar rasistisku útsagnirnar skaða umdømið hjá Italia.
Fær dagliga hóttanir
Cecile Kyenge, sum er útbúgvin eygnalækni, varð í apríl sett sum ráðharri í integrasjónsmálum. Eitt av fremstu málum hennara er at gera tað lættari fyri børn hjá innflytarum, fødd í Italia, at fáa ríkisborgararætt.
Síðan hon gjørdist ráðharri, hevur hon dagliga fingið hóttanir. Brøv, teldubrøv, telefonuppringingar.
- Tað ógvusligasta kemur gjøgnum netið, millum annað drápshóttanir. Eg má altíð vera á varðhaldli, sigur hon í samrøðu við blaðið Corriere delle Sera sambært ritzau/Reuter.