Politikkur í langum banum

Mest sum frá fyrstu tíð hevur málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen havt meira enn ein farra av politikki yvir sær

Páll-málið

Tá málið tók seg upp, var skoðsmálið úr HB alt fyri eitt greitt. Hóast tað ikki varð sagt alment, so var hugburðurin í nógvum av túnatosinum, at hetta var eitt takk fyri seinast frá  serstakliga  Óla Holm, forseta, og Ísak Mikladal, aðalskrivara, fyri at fyrrverandi HB-formaðurin hevði dittað sær at stilla upp til FSF-valið.
Nú skulu vit ikki taka dagar ímillum, hvat er rætt og ikki. Men tað skerst ikki burtur,at politikkur er komin í. Tað er eingin loyna, at Høgni í Stórustovu  sum eisini hevur eina fortíð sum HB-spælari  heldur enn fegin vildi halda málinum burtur frá nakrari viðgerð. Og at hann tí hevur lagt seg á sama bógv, sum undanmaður hansara, Bjarki Mohr, gjørdi tað í fjør. Kanska eisini ein endurspegling av, at bæði Høgni og Bjarki eru vanir við at gera um seg á vøllinum heldur enn á skrivaraborðinum, tá um fótbólt ræður, og at teir tí eru »idealistar« í so máta. Hetta skilt soleiðis, at teir vilja hava so fáar fótbóltsspurningar, sum tað á nakran hátt er gjørligt, avgreiddar yvir skrivaraborðið.
Samstundis hava Karl Vidtfeldt og Rúni Heinesen hildið fast um fatanina, sum teir høvdu í fjør. Eisini hóast Rúni tá at byrja við ikki helt, at B36 og KÍ skuldu dømast at tapa sínar dystir í steypakappingini. Tað kann annars tykjast merkisvert, at Kappingarnevndin  og formaðurin í hesi  hildu málið vera somikið prinsipielt, at eitt slíkt mál aftur í ár skuldi beinast í aðalnevndina. Tí ein problemstilningur kann væl ikki áhaldandi blíva við at vera líka prinsipiellur ár eftir ár.
Aðalnevndin fekk ikki gjørt stórt øðrvísi enn at hava somu støðu til spurningin um spæliloyvi, sum hon hevði tað í fjør, men hesa ferð varð hon skotin í senk av dómsnevndini.

Takk fyri seinast
Kanska fyrst og fremst, tí fáur maður innan FSF er so vælbevandraður innan lógirnar, sum Dánjal Andreasen er tað. Óteljandi ferðir hevur hann  sum formaður í lógarnevndini - kveistrað uppskot av aðalfundinum, tí hesi ikki luku øll formlig krøv, ella tí tey vóru í stríð við aðrar paragraffir. Og hesa ferð var hann skjótur at staðfesta, at aðalnevndin als ikki heimild at handla, sum hon hevði gjørt. At hann við hesum samstundis kundi vinna onkrar neisur móti nøkrum av teimum, sum í síni tíð kroystu hann úr formanssessinum, var sum so kanska eyka krydd. Og Jónfinn Thomsen, sum eisini er í Dómsnevndini var skjótur at vera samdur við Dánjali. Kanska eitt sindur merkisvert at sami Jónfinn í fjør var verji hjá B36 í teirra máli um spæliloyvi  ella mangul upp á sama. Tí var kanska væntandi, at hann hevði eina støðu, sum vardi felagið, men tað er merkisvert, at hann fyri einum ári síðani ikki fann fram til sama argument.
Politikkur er tó politikkur, og so skjótt sum FSF bað um juridiskt responsum frá Christiani Andreasen, mundi eisini standa greitt, at málið skuldi koyrast umaftur. Ikki minst, tí Christian og Dánjal vóru beinleiðis mótstøðumenn, tá formansvalið stóð á skránni fyri trimum mánaðum síðani. So á hendan hátt kundi Dánjal fáa aftursvar.
Og tá Kappingarnevndin varð tvingað at taka støðu, so kundi hon illa verða øðrvísi. Í fjør bað man um, at aðalnevndin tók støðu til prinsipiellan spurning, og tað sama varð gjørt í ár. Og tí kundi Kappingarnevndin illa ganga ímóti hesum prinsippum  hóast formaðurin royndi tað.

Málini tengd saman
Enn stuttligari gjørdist tað, tá málið aftur varð skotið fyri Dómsnevndina. Eisini her var talan um 2-1 dóm, og tilmælið frá minnilutanum var í øllum førum merkisvert. Nevnliga at hetta málið ikki kundi viðgerast, uttan at atlit samstundis varð tikið til tey bæði málini um Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún. Og at Ítróttardómstólurin somuleiðis kom til somu niðurstøðu, var sum so enn meira merkisvert.
Tí sjálvandi skal líkareglan vera galdandi. Og FSF hevði eisini boðað frá, at teir fóru at viðgera hini bæði málini, so skjótt málið um Páll M. Joensen var endaliga avgreitt.
Men samstundis er tað ein sannroynd, at bæði Dómsnevnd og Ítróttardómstólur høvdu eitt mál  ikki tvey onnur  at taka støðu til. Og tí er tað alt annað líka merkisvert, tá tvey onnur dømi  sum kanska eru brot  verða vavd upp í viðgerðina.

Gegnisspurningur
Í hesum sambandi er eisini vert at bíta merki í, at tað í FSF-krókunum hevur verið tosað um gegnið hjá minnilutanum í Dómsnevndini og hjá pørtum av Ítróttardómstólinum.
Omanfyri er leikluturin hjá Jónfinni Thomsen í fjør nevndur, og tað er púra greitt, at nógv í FSF ikki hava so øgiliga nógv til yvirs fyri nøkrum av limunum í Ítróttardómstólinum.
Eitt nú er Børge B. Hansen ikki ókunnugmaður í HB-húsinum, men hóast tað metti hann seg ikki vera ógegniðan. Heldur ikki hóast líknandi støða bar við sær, at Peter Even Djurhuus metti seg inhabilan, tá málið var í Dómsnevndini.
Hartil verður tutlað um, at Anna Dam situr undir liðini á Jógvani Páll Lassen  sum ikki er heilt einki í HB  í gerandisdegnum. At Poul Hansen er makkari hjá Jónfinni Thomsen, sum í Dómsnevndini var í minniluta, og at Eyðbjørn Larsen í gerandislívinum er juridiskur ráðgevi í Tórshavnar Kommunu, har ÍSF-forsetin eisini er borgarstjóri. Sami ÍSF-stjóri, sum setti hart ímóti hørðum, tá FSF ikki vildi hava, at Ítróttardómstólurin blandaði seg.
Tað skal tó ikki av hesum síðum leggjast nøkrum av omanfyrinevndu fyri, at gegnið ikki hevur verið í lagi. Men í einum samfelag sum tí føroyska, slepst neyvan undan, at tosað verður um slíkar spurningar. Sum pávin einaferð tók til, so er fótbólturin helst tann týdningarmesti av øllum týdnignarleysum spurningum. Og tí tykist eisini, sum er eitt lutfalsliga einfalt mál um spæliloyvi nú vorðið til stórpolitik í føroyska ítróttarheiminum.