Hvønn veg skulu vit fara?
Tað er heitið á eini miniráðstevnu um føroyskan politikk men uttan politikarar, sum verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið hin 11. oktober.
- Er ríkisfelagsskapurin gagnligur ella skaðiligur? Skulu almennu íløgurnar miðsavnast í Havnini, ella skal virksemið spjaðast kring landið? Og hvussu verður búskapurin endurreistur, tá hallið á fíggjarlógini er á eini hálvari miljard? Hvussu verður vinnulívið skumpað í gongd aftur? Og hvat kann gerast við kostnaðarstøðið, sum ger Føroyar til eitt av dýrastu londum í heiminum?
Hetta eru spurningar, sum verða tiknir upp á miniráðstevnuni.
Hetta kvøldið hittast nakrir av landsins fremstu serfrøðingum og ídnastu viðmerkjarum at viðgera nakrar av teimum størstu politisku spurningunum. Felags fyri allar luttakarar er, at eingin stillar upp fyri nakran flokk.
Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja um fakliga samfelagskjakið í Føroyum og ikki minst at fáa nøkur sjónarmið fram, sum ikki eru tengd at valevnum og partapolitiskum bindingum.
Skráin fyri miniráðstevnuna sær soleiðis út:
19.00 19.10. Vælkomin
Loysing ella samband?
19.10 19.25 Ronnie Thomassen: Tí er Danmark ein falskur tryggleiki
19.25 19.40 Rolf Guttesen: Tí skal ríkisfelagsskapurin varðveitast
19.40 19.55 Spurningar
Havnin ella útjaðarin?
19.55 20.10 Jóannes Jacobsen: Tí skulu Føroyar miðsavnast
20.10 20.25 Sámal Matras Kristiansen: Tí skal útjaðarin eisini mennast
20.25 20.40 Spurningar
20.40 21.00 steðgur
Hvussu verður búskapurin endurreistur?
21.00 21.15 Johnny í Grótinum: Soleiðis skulu vit raðfesta í krepputíðum
21.15 21.30 Marita Rasmussen: Soleiðis endurreisa vit føroyska vinnulívið
21.30 21.45 Heri á Rógvi: Soleiðis verður heimsins dýrasta land bíligari at liva í
21.45 22.15 Spurningar
Tað er Heini í Skorini, sum skipar fyri hesi miniráðstevnu í Norðurlandahúsinum.