Vertshúsið fer nú undir nøkur politiks tiltøk fram til valið.
Fríggjakvøldið 9. januar verður eitt kvinnupolitiskt kvøld, har kvinnlig valevni úr øllum flokkum fáa høvi at hitta møguligar veljarar. Mannfólk hava onga atgongd hetta kvøldið. Tó verður ein einsamallur hani millum allar hønurnar, og er tað Uni Debes, sum fer at spæla tónleik.
Huxa fer allan januar mánað at hava »Café Huxa« í kjallaranum á Vertshúsinum. Har verður skipað fyri ymsum politiskum kjakfundum og dialogi við politiskan ungdóm. Cocktailurin verður blandaður við góðum tónleiki.
Hóskvøldið 15. januar fer Johan í Kollafirði at hava eitt hip-hopshow undir heitinum »Føroyingar eru lættir at lumpað«. Hetta showið er sensurerað.
Tann 16. januar fer Rói Egholm at hitta sínar mongu vinnulívsveljarar.
Frá Vertshúsinum verður upplýst, at talan møguliga eisini verður um onnur valevni, sum fara at nýta hetta høvið at koma í samband við veljararnar, nú dagarnir fækkast til sjálvan valdagin.