Politisk upplýsing

   

Á løgtingsins fíggjarlóg verður peningur settur av til politiska upplýsing. Serligar reglur eru fyri, hvussu hesin peningur kann nýtast. Peningurin verður býttur millum løgtingsumboðini í serligum lutfalli eftir, hvussu politisku flokkarnir eru umboðaðir á tingi. Seinastu tingsetuna varð hetta broytt nakað, men kortini fara stóru flokkarnir við bróðurpartinum.
Hetta er í grundini vert at hugsa eitt sindur um. Tað er nógv tyngri hjá einum lítlum flokki at gera vart við seg og síni sjónarmið enn hjá einum størri flokki við fleiri løgtingsumboðum, sum kunnu býta uppgávurnar millum sín. Einsamalla umboðið á løgtingi í tí lítla flokkinum noyðist at renna seg upp í skúm fyri bara at megna ein lítlan part av tí, sum hinir megna.
Spurningurin er í hesum føri, um almenni peningurin fer til politiska upplýsing. Nei, her er talan um partapolitiska upplýsing. Hvør flokkur talar sína søk við almennum peningi. Tað hevði verið ein løgin sjón, um Eidesgaard fór at greiða frá Breckmann og hansara politikki, ella Lisbeth L. Petersen heitti á fólk um at styðja Høgna Hoydal. Og Kári Post hevði neyvan runnið við brøvum, so at tungan hekk úti, fyri at hjálpa Jenisi til nakrar atkvøður.
Skal hetta vera politisk upplýsing við lít, átti alt at verið savnað á einum staði, so at borgarin fekk høvi til at seta seg inn í stevnur flokkanna og støður teirra til ymisk mál. Peningurin til politiska upplýsing byggir ikki á grundsjónarmiðið um fólkaræði.