Politiska kynstrið at vera fyri og ímóti

NÚ kenna vit hann aftur ? fólkaflokkin

NÚ kenna vit hann aftur ? fólkaflokkin. Tann bólkurin av einstaklingum, sum hevur valt at kalla seg flokk men sum í veruleikanum eru einstaklingar, sum virka og arbeiða politiskt fyri seg og sínar. Floksheitið er bara eitt eiti.


HVØRJA aðra niðurstøðu kanst tú gera tær eftir fyrst at hava hoyrt John Petersen jarða alt, sum eitur íløgustøðul ? fyri síðani at hoyra partamannin Jørgin Niclasen, siga, at stuðulin má halda fram.


ÁLVARATOS ? tað skal vera eitt mark fyri, hvussu individualistiskur ein flokkur kann vera ? hvussu nógvar ymsar meiningar umboðini úr einum og sama flokki kunnu hava til eitt stórt og álvarsligt mál ? um ætlanin er at reka flokspolitikk.


EITT er tað, at Jørgen Niclasen verjir undirsjóvartunnilin um Vestmannasund, meðan partamaður hansara í Havn gongur ímóti ? um somu tíð sum ein annar partamaður, Jógvan við Keldu vil hava sín undirsjóvartunnil um Lorvíksfjørð. Hetta er so nakað, sum vit líkasum hava lært av liva við ? hetta at áhugamálini hjá teimum fólkavaldu í miðstaðarøkinum og teimum úti um landið ikki altíð eru tey somu. Hetta er nakað, sum tú finnur innan fyri allar flokkar. Tó má sigast, at tað er eitt sindur løgið, at tað er nettup í tí flokki, sum umsitur fíggjarmál og sum sigur seg vera so ábyrgdarfullan, at tingmenn og borgarstjórar koma við teimum størstu krøvunum.


MÁLIÐ um íløgustuðulin er eitt stórt og principielt mál. Talsmaðurin hjá fólkaflokkinum ? vit undirstrika FLOKKINUM ? í hesum máli er fiskimálaráðharrin John Petersen. Hann hevur brúkt eitthvørt høvi í fjølmiðlunum til at marknaðarføra ? ikki sína egnu men fólkafloksins meining og hevur eisini framt lógararbeiðið út frá hesi áskoðan floksins.


NÚ kemur so fólkaflokstingmaðurin Jørgen Niclasen við uppskoti um varðveitan av sama íløgustuðuli, sum partamaður hansara John Petersen og harvið fólkaflokkurin vil hava burtur. Álvaratos ? er hetta seriøsur politikkur ? er her talan um ein flokk ella ein hóp av einstaklingum, sum draga hvør sína línu, alt eftir hvussu tú fær flestar atkvøður í posan.


SOLEIÐIS er fólkaflokkurin bara. Hvussu kann ein kalla seg fyri flokk, tá politisku umboðini á henda hátt arbeiða fullkomiliga móti hvørjum øðrum. Onkur vil helst spyrja, um hesir fólkafloksmenninir munnu verða so útspekuleraðir, at her at her má talan verða um avtalað spæl. At tú telvar soleiðis, at ein tingmaður skal vera fyri , um somu tíð sum landsstýrismaðurin er ímóti, og at hetta í síðsta enda hóvar leiðsluni í fólkaflokkinum, tí við at brúka henda politiska framgangsháttin, fær hon bæði í posa og sekk. John Petersen hevur staðið fastur við sítt og harvið skapt sær ta neyðugu virðingina, meðan partamaður hansara Jørgen Niclasen hevur syrgt fyri, at teir mongu skipaeigarar, sum annars vildu vent fólkaflokkinum bakið, nú eru nøgdir, tí tað kortini var ein fólkafloksmaður, sum talaði teirra søk.


HETTA er einki nýtt fyri fólkaflokkin. Vit minnast frá undanfarnum samgongum, har flokkurin hevur talað við einari rødd í Tinganesi og eini aðrari í tinginum ? alt eftir sama leisti: hvussu kanst tú bjarga tær flestar atkvøður við at vera bæði fyri og ímóti ? innan fyri sama flokk. Og tað ber ótrúliga væl til júst í fólkaflokkinum, tí hann er so individualistiskur. Fólkaflokspolitikkur, tá hann er bestur. Tí eini góð ráð til teir, ið hesin flokkur av einstaklingum rættir hondina: vitið altíðhvat hin hondin ger.