Politiskan deyðadóm frá vinmanni!

Politiska deyðadómsálopið frá mínum listafelaga og vinmanni, Brandi Sandoy, er tað ótespiligasta eg havi møtt á politisku leiðini. Hóast yvirskriftin “bert” sipar til at undirritaði er fíggjarliga ábyrgdarleysur, so benda hinar yvirskriftirnar á, at alt verður gjørt fyri at avlíva karakterin hjá Páll á Reynatúgvu í einum. Populistiskar og sevjandi yvirskriftir sum ógegni, persónligur vinningur, fíggjarligt ábyrgdarloysi, og seinast men ikki minst, gíslatøka av børnum.

Óheftar kanningar, heldur enn verjurøður.

Av tí at tað kennist nyttuleyst hjá undirritaða at koma við longum verjurøðum her, skal í hesum umfari bert vera sagt, at eg mæli til, at óheftar kanningar vera settar í verk, fyri at staðfesta um ákærurnar eru í tráð við veruleikan, ella ikki.

 

Mæli tí til:

1) At Sandoyar Barnaverndartænasta setur í verk óhefta kanning av setanartilgongdini, tá nýggjur leiðari varð settur fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

2) At grannskoðarar hjá Sands Kommunu og Sandoyar Skúlasambandi gera eina fíggjarliga greining av støðuni á Meginskúlanum við atliti at, um íkomna fíggjartrotið er orsakað av vantandi inngjaldi frá Sands Kommunu, ella óheimilaðari meirnýtslu hjá Sandoyar Skúlasambandi, ella møguliga báðum.

3) At grannskoðarar hjá Sands Kommunu og Skopunar Kommunu, gera upp eftirstøðuna hjá Skopunar Kommunu á læknaøkinum.

4) At Innlendismálaráðið ger eina niðurstøðu, um kommunustýrislimur er gegnigur, ella ei, tá játtanir til kommunalar stovnar, har teirra avvarðandi arbeiða, verða viðgjørdar í kommunustýrinum.

5) At Innlendismálaráðið ger niðurstøðu, um sitandi borgarstjóri er gegnigur, tá setanarbrøkur borgarstjórans verður viðgjørdur í kommunustýrinum.

 

Miðlar til loysn á ósemjum?

Ein vika er nú, farin síðani almenna álopið á undirritaða sum politikara og persón, og onnur hava nýtt høvið til at trína í dansin oman á persóninum Páll á Reynatúgvu. Tað er natúrligt, at onnur ikki standa móti freistingini, tá vit sum politiskir ábyrgdarpersónar leggja í vaðið í almenna rúminum. Betur høvdu vit verið farin, um vit loystu hesar kommunalu og millumkommunalu trupulleikar innanhýsis. Tí umframt persónligu lagnurnar, er Sandoyggin tann vissi taparin. Ein oyggj, sum mest av øllum hevur tørv á, at selja seg sum eitt gott og liviligt stað, hjá uppvaksandi ættarliðnum. Og sum er eitt paradís á jørð, um vit menniskju, í nóg stóran mun ásanna tað.

 

Veljarans vágskál

Velja vit at lata óheftar myndugleikarnar taka støðu til løgligu vektina í ákærunum, so stendur politiska vektin eftir. Seinasta kommunuval var greið tala frá borgarunum á Sandi. Hóast ómetaligan ágang í undanfarna skeiði, so tykist tað, sambært valinum, sum ein vaksandi bólkur av veljarunum hevur álit á lista C undir mínari politisku leiðslu. Men so mikið størri tykist trongdin hjá einum ávísum, avmarkaðum bólki, til at roykja meg út av kommunuskrivstovuni við øllum vápnum. Um tað er at virða fólkaræði, ivist eg í. Og nógv við mær.

 

Politisku úrslitini standa, farið tí eftir manninum

Av tí, at stríð og klandur tykist hava betri gróðrarbotn í miðlunum, enn saklig upplýsing, skal eg her stutt nevna, hvørji politisk frambrot eru hend, hesi átta árini undir leiðslu Lista C í Sands Kommunu. Fortreytirnar at arbeiða undir eru 580 íbúgvar og ein skattainntøka á millum 11 og 13 mió.kr. Harav er millum ein helvt og ein triðingur markað til at gjalda gamla skuld við. Snøgt sagt høvdu hesi tiltøk ikki kunnað verið veruleiki, uttan at fíggjarliga ábyrgdin var í hásæti.

 

Kommunuskuldin er minkað úr u.l. 40 mió.kr, niður í 23. mió.kr.

Vit hava bygt nýggjan og tíðarhóskandi barnaskúla og tveir sparkivallir.

Vit hava keypt góðan og hóskandi umsitingarbygning til Sands Kommunu.

Vit hava veitt innivist til Sandoyar Kunningarstovu og Heilsufrøðiskipanina.

Vit hava ment umstøðurnar hjá Sands Sløkkiliði við fyrsta sløkkibilinum í oynni.

Vit hava rikið og fingið til vega barnagarð til yngru og eldru børnini.

Vit hava skipað barnaverndarstovu saman við hinum kommununum í oynni.

Vit hava hampað og skipað miðbygdina, ið áður varð eitt runudýki.

Vit hava skipað dagtilhald til okkara eldru borgarar.

Vit hava asfalterað størra partin av vegakervinum í bygdini.

Vit hava fyriskipað Jólabygd og lagt Flaggdagshald og Grækarismessuhald í fasta legu.

Vit hava stuðlað mentunarligum virksemi hjá B.71, Virkinum og Mjús/Komvið.

Vit hava bøtt um á havnaøkinum við asfaltering, rudding og nýgerð.

Vit hava selt fleiri vinnugrundøkir, fyri fyrstu ferð í kommunusøguni.

Saman við framúr gevarum, hava vit bygt Listasavn og Bókasavn.

Vit hava gjørt kommunala útstykking í Sandabrekkuni og fyrireikað ta næstu á Vatnsryggi.

Saman við hinum kommununum, hava vit totalrenoverað ein púra niðurslitnan Meginskúla innan, og partvíst uttan.

Vit hava hvørt summar havt Ung í arbeiði, til at hampa um bygdina við m.a. nýgerð av gøtum.

Vit hava hjálpt Skálavíkar Kommunu eftir kyndilsmessuódnina.

Fyri fyrstu ferð í 25 ár er samlað broyting í byggisamtyktini fyri Sands Kommunu, á gáttini.

Vit hava regluliga kunnað um øll tey stig, kommunustýrið hevur tikið.

 

Virkað bygdini og fólkinum at gagni.?Hvørki sum politikari ella sum persónur eri eg lýtaleysur. Sandingar kenna meg við mínum lýtum og hava kortini valt meg við størri undirtøku, hvørja ferð eg havi verið á vágskálini. Høvdu vit meira fíggjar- og umsitingarorku at arbeiða við, hevði støðan verið annarleiðis á ymsum økjum. Men sum hálvtíðarsettur borgarstjóri, við einum starvsfólki í umsitingini, vera avgerðir til tíðir tiknar, uttan at avleiðingarnar eru kendar til fulnar. Tað er ein partur av tí at standa við evstu ábyrgdini. Ein partur av tí at vilja politisk úrslit. Kann bert siga, at allar avgerðir, sum eg saman við hinum samstarvandi kommunustýrislimunum havi framt, eru útintar í vónini um, at tær eru bygdini og fólkunum sum her búgva, at gagni.

At enda skal eg nýta høvið at takka øllum tykkum, sum hava staðið okkum við lið og stuðlað, nú ágangurin gjørdist í meira lagi.