Tá seinastu lógaruppskotini vóru løgd niðan í tinginum, boðaði Kristian Magnussen, landsstýrismaður frá, at hann hevði innlimað seg í Javnaðarflokkin.
Tað merkir m.a. at hann er farin úr Landsstýrinum, og nú tekur sæti á tingi og at Luitjen Apol, sum hevur sitið í hansara stað í tinginum, fer frá.
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, heldur ikki, at hetta er so óvanligt. Tað er komið fyri meira enn einaferð, at ein tingmaður skiftir flokk. Tað hendi seinast, tá Finnbogi Arge gjørdi av at fara úr Sambandsflokkinum og valdi at vera uttanflokkatingmaður, til hann fyri stuttum fór í Fólkaflokkin.
Nýtt fólk kemur til
Turbulenta støðan seinastu árini hevur ført stórar politiskar broytingar við sær. Gamlir politikarar eru ikki afturvaldir, og nýtt fólk er komið í teirra stað.
Hjá Kristiani Magnussen er støðan øðrvísi, tí hann stillaði upp í eini fylking, sum var ónøgd við verandi politisku skipanina.
Tá Verkamannafylkingin síðani fór í tvíningar, er tað ikki óvanligt, at ein, sum hevur fingið politiskt støði, skiftir flokk, tí viðkomandi ynskir at halda fram í hesum arbeiði, sigur Jóannes Hansen.
Dømi aðrastaðni
Hann vísir á dømi aðrastaðni, eitt nú í Danmark í sjeytiárunum, tá Mogens Glistrup stovnaði Framburðflokkurin, og Erhard Jacobsen fór úr danska Javnaðarflokkinum og stovnaði Centrum Demokratiska flokkin.
Tá komu nógv nýggj fólk til, tí tey ikki góðtóku tann førda politikkin. Tað hendir allastaðni, sigur Jóannes Hansen.
Hann heldur, at fyri tað um Kristian Magnussen skiftir flokk og fer í Javnaðarflokkin, so nýtist tað ikki at verða ein bági fyri hansara politiska virki. Tá verður tað veljarin, sum fer at vísa á hansara politiska hegni.
Slapp snikkaleysur
Jóannes Hansen vísir t.d. á, at Bjørn Enquist, fólkatingslimur, upprunaliga var í Vinstraflokkinum, tá hann varð valdur í Fólkatingið fyrstu ferð. Síðani fór hann í Radikala Vinstraflokkin, og tað slapp hann snikkaleysur frá. Hansara trúvirði viknaði ikki av tí, sigur Jóannes Hansen.
Hann heldur eisini, at tað, at bert fimm flokkar stilla upp til Fólkatingið hesuferð, móti átta flokkum seinast, kanska kann vera tekin um, at samfelagið er við at koma fyri seg aftur, og at fólk ikki eru so tyst eftir at hála í tjóðrið sum í fyrst í 90 árunum.
Tað er kanska eisini tekin um, at tað er vorðið meira rúmsátt fyri teirra politisku áskoðanum í gomlu flokkunum.
Vit mugu eisini minnast til, at eitt løgtingsval stendur fyri durum, og tá fara Krf. , Verkamannafylkingin og Miðfolkkurin at stilla upp.
Høvuðsfíggindar fyri fýra árums íðan
Tá Verkamannafylkingin stillaði upp fyri fýra árum síðan, var Javnaðarflokkurin høvuðsfíggindin hjá fylkingini. Seinast havi eg lisið, at Óli Jacobsen, tingmaður, hevur sagt, at hansara viðurskifti við Javnaðarflokkin eru komin í rættlag aftur.
Tað týður uppá, at Javnaðarflokkurin ikki longur er nakar fíggindi.
Harnæst kemur tað ivaleyst væl við hjá Javnaðarflokkinum at fáa Kristian Magnussen at stilla upp í Suðurstreymi, tí flokkurin vanliga ikki hevur havt serliga góða valúrtøku í hesum valdømi, mótvegis Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum eitt nú hava valevnini Óla Breckmann og Bjørn á Heygum, á sínum listum, og sum hava verið rættir atkvøðumagnetar.
Kristian Magnussen fekk stóra persónliga undirtøku til valið í 1994, við 565 atkvøðum.Tí er tað bert náttúrligt at hann nú leitar eftir einum politskum platformi, sigur Jóannes Hansen.