Samferðslusambandið til útoyggj nøktar ikki tørvin fyri tey, ið har búgva. Tað meinar Útoyggjafelagið, sum nú rópar varskó og heitir á politikiska myndugleikan um at betra um viðurskiftini og umstøðurnar hesum viðvíkjandi.
– At ferðafólka- og farmaflutningur framvegis, eftir so nógv ár við upprópum og áheitanum, umframt ítøkiligum ávísingum á forðingar, enn ikki er vorið optimalt, er so langt frá gott, sigur Útoyggjafelagið.
Felagið vísir á, at várið og summarið altíð er ein virkin tíð á útoyggj, tí tá plaga tey lokalu millum annað at gera klárt til ferðavinnuna.
– Men tað er ein stórur tungur klossi, sum skuggar yvir tað, sum annars kundi verið jaligt og spennandi - navnliga óvissan og ótryggleikin í samferðsluni og farmaflutninginum, sigur Útoyggjafelagið, sum stúrir fyri framtíðini.
– Nakrar útoyggjar hóra ikki undan, um tað ikki koma skjótar loysnir. Politiski myndugleikin noyðist at taka hetta í álvara. Røddirnar á útoyggjunum vikna, tí orkan er við at hvørva, sigur Útoyggjafelagið, sum heitir á allar partar um at fara til verka og at finna best møguligu loysnirnar til allar oynnar.