Løgmaður og tveir landsstýrismenn hava givið Ítróttarsambandinum lyfti um at golfvøllur verður veruleiki á Glyvursnesi.
Tað sigur Petur Elias Petersen, sum í vikuni hevur verið á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø.
ÍSF-forsetin hevur higartil verið noyddur at taka fyrivarni í sínum royndum at sleppa at vera vertur fyri Oyggjaleikirnar í 2019, tí óvissan er um Føroyar hava ein golfvøll at bjóða fram í 2019.
Í føroysku umsóknini er golf tann tólvta ítróttargreinin, sum smátjóðirnar skulu kappast í til leikirnar í 2019. Tað er tó einki krav fyri at vera vertur fyri leikirnar, at golf er millum ítróttargreinirnar. Alternativt kundi tennis verið ein ítróttargrein, sum Føroyar bjóða fram til leikirnar í 2019.
Men tað hevur so verið og er framvegis føroyska ynskið, at golf skal vera ein ítróttargrein, ið kappast verður um á leikunum tá.
- Á fundinum við løgmann og landsstýrismenninar fekk eg greitt lyfti um, at øll formellu viðurskiftini koma upp á pláss, soleiðis at farast kann undir at gera ein golfvøll á Glyvursnesi, sigur Petur Elias Petersen.
Altjóða Oyggjaleikanevndin skal hava ítøliliga at vita frá Føroyum, hvørjar ítróttargreinir verða bjóðaðar fram, áðrenn 1. mars næsta ár.
Hoyr samrøðu við Petur Elias Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.