Pólland til reiðar at lata Ukraina stríðsflogfør

Fyrstu ferð, at pólsku myndugleikarnir søgdu seg vera til reiðar at lata Ukraina MiG-29 flogfør, var stutt eftir, at Russland leyp á hin 24. februar í fjør.

Talan er um stríðsflogfør av slagnum MiG-29, sum eru frá sovjettíðini. Forsetin í Póllandi, Andrzej Duda, sigur, at landið er til reiðar at lata Ukraina hesi flogfør, sum partur av altjóða samstarvi.

- Vit eru til reiðar at lata hesi flogfør, og eg eri vísur í, at Ukraina er til reiðar at taka ímóti teimum, eins og landið tekur tey í brúk beinanvegin, sigur forsetin í samrøðu við CNN. 

 

Tá Andrzej Duda varð spurdur, hvat slag av altjóða samstarvi, hann sipaði til, vildi hann ikki fara niður í smálutir við svarinum til spurningin.

 

Sambært CNN kom pólski forsetin við hesi útsøgn á einari vitjan í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Fyrstu ferð, at pólsku myndugleikarnir bóru upp á mál, at teir eru sinnaðir at lata Ukraina nevndu MiG-29 flogførini, var stutt eftir, at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør.

 

Men, enn eru flogførini ikki latin av hondum.

 

Pólska verjan hevur annars sagt, at tey hava umleið 30 MiG-29 stríðsflogfør av slagnum í brúki, harav fleiri hava sín uppruna í gamla Eysturtýsklandi.

 

Andrzej Duda segði eisini, at tað er týdningarmikið at venja ukrainskar flogskiparar at flúgva amerikansku F-16 flogførini, tó at vesturheimurin higartil hevur sýtt fyri at lata Ukraina slík flogfør.