Popczynki og GÍ gera samgongu

Umframt at venja besta liðið skal Krzystof hava ábyrgdina av øllum venjingunum í yngru deildunum og spæla í álopinum í 1. deild

GÍ VENJARIN

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal GÍ royna seg við venjara, sum umframt at halda skil á venjingini, seta liðið og leggja taktikkin eisini skal spæla við sjálvur. Johan Nielsen og allir hinir GÍ venjararnir hava hildið seg á beinkinum, men nú hevur GÍ gjørt av royna sama leistin, sum fleiri av hinum feløgunum í 1. deild hava roynt.
Á GÍ heimasíðuni stóð fyrrapartin í gjár, at nevndin í GÍ hevur gjørt avtalu við Krzystof Popczynski um, at hann skal vera høvuðsvenjari hjá GÍ tvey tey næstu árini. Harnn fer at loysa Johan Nielsen av. Fyri einari viku síðani boðaði GÍ frá, at teir og Johan Nielsen hvørt í sínum lagi fóru at leita nýggjar leiðir.
GÍ sigur, at nýggi venjarin umframt at hava ábyrgdina av besta liðnum fer at hava høvuðsábyrgdina av venjingini í yngru deildunum. Í ár hevur Popczynski verið venjari hjá tveimum yngri liðum, og teir hava latið serliga væl at í Gøtu.
GÍ sigur eisini á heimasíðuni, at Popczynski framvegis er ein av bestu álopsspælarunum í 1. deild, og at hann fer at hjálpa til inni á vøllinum. Burtursæð frá, at Ole Skouboe spældi onkra ferðina við, tá hann var GÍ venjari síðst í áttati árunum, so hevur eingin GÍ venjari nakrantíð spælt á besta liðnum.
Popczynski, sum er 33 ára gamal, hevur verið í Gøtu hetta kappingarárið. Hann kom til Gøtu, tí hann skuldi spæla á besta liðnum, men tað hevur ikki gingið so, sum pólverjin og GÍ høvdu ætlað. Skaðar hava støðugt plágað, og tað er ikki fyrrenn eftir summarsteðgin, at Popczynski hevur verið førur fyri rættuliga at spæla.
Krzystof Popczynski kom fyrstu ferð til Føroya í 2000. Hann hevði ábyrgdina, tá VB fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann meistaraskapin. Í fjør gekk ikki heilt so væl hjá VB, m. a. tí Popczynski var nógv skaddur.
? Vit hava úr Vági hoyrt nógv gott um Popczynski sum venjara, so tað verður spennandi at fara undir eitt nýtt samstarv. Hann hevur vant yngri lið her hjá okkum, og har er nógv komið burturúr, sigur Magni Jarnskor, veteranurin á GÍ miðvøllinum.
Enn hevur einki verið at hoyrt um, hvørjar spælarar Popczynski fer at venja komandi ár. Henning Jarnskor og Áslakur R. Petersen eru farnir av landinum, og eftir summarsteðgin er Bárður á Lakjuni komin afturat hinum, sum hava verið trúfastir í GÍ.
Tá Gidek í fjør kom úr Póllandi og til Gøtu, hoyrdist, at Popczynski hevði verið millummaður. Tað hevði ikki komið heilt óvart á, um GÍ inntil komandi ár fekk onkran pólverja afturat at hjálpa sær. Men hetta hava vit ikki frætt nakað um enn.