Porkeri er undantakið

Fráflytingin heldur fram í Suðuroynni.

Hagstova Føroya kunngjørdi í síðstu viku, at fólkavøksturin síðsta árið, frá 1. mars 2015 til 1. mars 2016, var tann størsti í fjúrtan ár. Talan var um ein vøkstur á 626 fólk ella 1,3 prosent.


Tað boðar frá góðum tíðum í Føroyum, men tá hugt verður nærri eftir tølunum gerst greitt, at tað stendur ikki eins væl til allastaðni kring landið.


Í Suðuroynni var nevniliga talan um eina lækking í fólkatalinum á 66 fólk, ið er 1,4 prosent av fólkatalinum í oynni.


Um hugt verður eftir støðuni í teimum ymsum kommunum í oynni sæst, at tað bara er fólkavøkstur í einari kommunu. Tað er í Porkeris kommunu, har fólkatalið vaks við átta fólkum, ið er ein prosentvøkstur á 2,7 prosent.


Størsta minkingin var í Tvøroyrar kommunu, har fólkatalið minkaði við 29 fólkum ella 1,7 prosent, meðan fólkatalið í hinari stóru kommununi í Suðuroynni, Vágs kommuna, minkaði við 18 fólkum ella 1,3 prosent.


Størsta minkingin í prosentum var tó í Hovs kommunu, har fólkatalið minkaði við 8 fólkum og 6,8 prosent, meðan tað í Fámjins kommunu minkaði við 5 fólkum og 5,4 prosentum.