Porno herjar á Facebook

Ávarað verðu móti nýggjum virus, sum fær smittaðar teldur at senda pornografiskt tilfar umvegis Facebook

Í grannalondum okkara er nýggjur Facebook-virus av álvara farin at gera um seg. Hesa ferð er talan um virus, sum sendir pornografiskt tilfar út til 19 tilvildarliga valdar Facebook-vinir hjá tí, sum hevur fingið virus.

 

Hetta verður gjørt á tann hátt, at pornografiskar myndir verða sendar út, og vinirnir verða eyðmerktir á myndunum. Velja vinirnir at klikkja á leinkjuna, sum er á myndini, verður serligt forrit lagt á telduna, og so smittan spjadd víðari, skrivar danska TV2.

 

Tey siga, at fólk frá Facebook royna av øllum alvi at steðga virusinum, men at hyggjuráðini fyrst og fremst eru at lata vera við at trýsta á nakað, sum líkist pornografiskum myndum, um tú fært hesar sendandi á Facebook.