Suðuroyingar eru skelkaðir. Síðani leygarkvøldið hava leysasøgur gingið um eitt tiltak í Roynhøllini, ið sambært plakatunum skuldi eitast at vera Erotiskur Dansur. Men Suðuroyingar halda ikki, at talan var um erotikk, men um porno. Og sambært keldum, sum vit hava verið í samband við, fór tiltakið út um øll erotisk mørk, av tí at gentan, sum framførdi eitt nú brúkti ein dildo. Og sambært somu keldum, vóru ungfólk niður í 15 ár til staðar.
Vit hugnaðu okkum
Men ikki øll eru samd um, at tiltakið fór yvir gevind. Vit hava prátað við ein 20 ára gamlan drong, sum var til staðar. Hann sigur, at stemningurin var í topp og at tey nøkur hundrað fólkini, sum inni vóru, hugnaðu sær óført. Hann skilur ikki at fólk argast nú, tí lýst var við erotiskum dansi, og at talan var um eina kvinnu, sum spældi sær við eitthvørt tól, og sum smurdi seg inn í olju.
Vit hugnaðu okkum og stemningurin var fínur. Tey, sum lata við seg koma nú, eru fólk, sum hava hoyrt um tað aftaná, sigur 20 ára gamli drongurin, sum hevði frætt um tiltakið á eini plakat, sum hekk í Statoilstøðini á Tvøroyri.
Løgreglan kannar málið
Sommer Joensen, sýslumaður á Tvøroyri, sigur, at løgreglan var ikki boðsend til tiltakið. Men hann váttar yvirfyri blaðnum, at nógvar leysasøgur hava gingið seinastu dagarnar, og at hann hevur fingið onkra fráboðan, men ongin hevur beinleiðis melda tað.
Tí hava vit valt at kanna málið nærri, og um nakað er um tað, kunnu fyrirreikararnir rokna við eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar, sigur sýslumaðurin. Og hann vísir á greinarnar 33 og 34, har stendur, at slíkt tiltak krevur serligt loyvi, umframt, at 18 ára aldursmark eigur at vera.
Leiga ikki út aftur
Eftir tí sum formaðurin í Royn, Jonhard Thomsen, hevur hoyrt, gekk dansurin í Roynhøllini púra yvir gevind, tá havnafólk komu suður til Hvalbiar at undirhalda. Formaðurin er ikki sørt skakaður av tí, sum hann hevur hoyrt í bygdini síðani tiltakið, og hann sigur, at nevndin í felagnum hevur havt fund um tað.
- Vit leigaðu høllina til nakrar havnarmenn, og felagið hevði onki við tiltakið at gera, sigur hann, og fílist samstundis á, at hann ikki var kunnaður um, at talan var um erotiskan dans.
Eitt er so púra vist. Vit leiga ongantíð høllina út til fremmand havnarfólk aftur, tá vit ikki kunnu líta á teir, sigur hann, men skoytir upp í, at tað hava ikki verið trupulleikar av hesum fólkunum fyrr.
Nei tú, hatta kunnu tykur eiga har norðuri í Havn, sigur hann at enda.
Skilur ikki atfinningarnar
Vit hava prátað við annan av fyrireikarunum, sum er kendur innan undirhaldsídnaðin í Føroyum. Hann sigur seg undrast á reaktiónina hjá suðuroyingum, tí hetta striptease-tiltakið var ikki øðrvísi enn tey tiltøkini, sum hava verið fyrr, bæði í Suðuroy og í Havn, eitt nú á Ólavssøku. Og hann avsannar staðiliga, at ung fólk, sum ikki luku 16 ára aldursmarkið vóru inni.
Har hendir kanska ikki so nógv í suðuroy, og tí hava fólk endiliga okkurt at tosað um. Sannleikin er tann, at tiltakið var ordiliga gott og at fólk hugnaðu sær, sigur hann, og vísir á, at hóast teir ikki høvdu tey kravdu loyvini, so hava slík tiltøk verið í Føroyum í mong ár, og at øll hava sæð millum fingrarnar við tí.
Men um vit veruliga hava traðka suðuroyingar á tærnar, so biðja vit inniliga um fyrigeving og lova, at vit koma ongantíð suður aftur við erotiskum dansi, men at suðuroyingar eru vælkomnir til Havnar á Ólavssøku at hugna sær.