Klokkan 15 í dag niðurløgdu portørarnir arbeiðið. Ósemja um sáttmálan, sum gekk út 1. apríl í fjør er orsøkin. Gunnar Hjelm, sum er varaleiðari hjá portørunum, sigur við Kringvarpið, at sjálvt um portørarnir niðurleggja arbeiðið, so verður alt tað akutta arbeiðið gjørt.
Tað er fyrst og fremst arbeiðið inni á sjúkrahúsunum sum verður rakt, millum annað at flyta sengur millum deildir.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur við Kringvarpið, at har var eingin annar útvegur, um tey skulu koma víðari.
Partarnir hittust um vikuskiftið saman við semingsmonnunum. Semingsmennirnir valdu tó ikki at leggja nakað semingsuppskot fram, tí tað var so langt millum partarnar, skrivar dimma.fo.
Partarnir høvdu sitið saman í 48 tímar, tá teir fóru hvør til sítt.
Av tí at hvørki sáttmáli ella semingsuppskot eru, er talan um arbeiðssteðg og ikki um verkfall, skrivar Dimmalætting á heimasíðuni.