Milan Baros, ið er blivin 26-ára gamal, kom til Olympique Lyon fyri einum ári síðani frá Aston Villa, eftir at hann hevði verið tvey ár hjá ?The Villains?. Fyrsta enska felag, Baros umboðaði var tó Liverpool, har hann náddi at spæla í trý ár.
- Tað verður fantastiskt at fáa Baros hendan vegin, segði Portsmouth venjarin, Harry Redknapp.
- Hann er ein góður leikari, og hann vann Gylta Skógvin til eitt EM-endaspæl. Hann er kvikur og ger góð trekk fram eftir vøllinum.
Baros skoraði 19 mál í 68 dystum fyri Liverpool, og eftir at hann flutti til Aston Villa í 2005, megnaði hann at skora nýggju mál í 34 dystum.
Fyribils í flytingarvindeyganum hevur Harry Redknapp keypt franska miðvallaran Lassana Diarra, frá Arsenal, lánt Lucien Aubey frá Lens, og selt Matt Taylor til Bolton.