Fyrra partin í dag, tók Portsmouth heima á Fratton Park í móti Birmingham í fjórðingsfinaluni í FA Cup. Portsmouth vann dystin 2-0. Frederic Piquionne skoraði tvær ferðir fyri heimaliðið í seinna hálvleiki. Portsmouth hevur sostatt tryggja sær pláss í hálvfinaluni, ið verður spæld á Wembley. Einki mál kom í hini fjórðingsfinaluni, ið var spæld í dag millum Fulham og Tottenham. Tey bæði hittast aftur 24. mars til ein umdyst. Hinar báðar fjórðingsfinalurnar verður spældar í morgin. Tá fær Reading vitjan av Aston Villa, meðan Stoke er á vitjan hjá Chelsea.
Arsenal vann fyrra partin í dag 3-1 á Burnley. Liðskiparin, Cesc Fabregas, legði vertirnar á odda, men David Nugent javnaði fyri Burnley sutt inn í seinna hálvleik. Við málum frá Theo Walcott og Andrei Arshavin tryggjaði Arsenal sær sigurin á Emirates Stadium í London.
Manchester United vann 1-0 á úti móti Wolverhampton. Tað var Paul Scholes, sum við sínum mál nummar 100 í Premier League, ið tryggjaði Manchester United sigurin. United liggur nú fremst við 63 stigum. Tað er tvey fleiri enn Arsenal og Chelsea. Chelsea hevur tó spælt ein dyst færri.
Í botninum vann Bolton á útivølli móti West Ham. Kevin Davies og Jack Wilshere løgdu gestirnar á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Bolton fekk í seinna hálvleiki ein mann útvístan, og West Ham fekk minkað um munin. Tað eydnaðist tó Bolton at halda fast, so teir nú eru framman fyri West Ham á stigatalvuni. Liðini eru nú ávíkavist fimm og trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.