Portugal vísti góðar taktir

Portugal vísti góðan offensivan fótbólt, tá teir á Stadé de Géneve vunnu 2-0 á Turkalandi. Málini hjá Portugal vóru sera vøkur, tað fyrra kom í 63. minutti aftaná eitt sera vakurt bandaspæl millum Nuno Gomes og tann unga Pepe, sum skoraði hegnisliga. Portugal hevði eisini fleiri góðar royndir, sum endaðu á træverkinum. Málið til 2-0 var eitt skjótt og væl spælt mál har Christiano Ronaldo spældi bóltin til Joao Mautinho, sum beindi bóltin hegnisliga víðari til José Meireles, sum lættliga kundi skorað til 2-0 í 92. minutti. Turkar vóru tó ikki fyri ongum, og høvdu teir eisini sínar royndir. Onkra løtuna føldu teir seg burturdømdar av týska dómaranum. Men eingin ivi var um, at Portugal var betra liðið, og halda teir stílin komandi dystirnar, so er grund at taka synd í Sveis og Kekkia, sum skulu takast við portugisar í næstum.