Portur til Útnorður

Tað gongur eftir ætlan at innrætta fleiri hundrað ára gamla pakkhúsið á Grønlandsbrygge i Keypmannahavn, soleiðis at nýggju mentanarhúsið fyri londini í Útnorði, Føroyar, Grønland og Ísland verður latin upp hósdagin 27. November.

Mentanarhús

Tá verða til steðar Margretha drotning, danski forsætisráðharrin og annars umboð fyri londini í Útnorði. Norðurbryggjan verður annars latin upp fyri almenninginum leygadagin 29. november.

Talan er um eina sera spennandi og áhugaverda verktætlan, sum verður fíggjað av einum grunni hjá A.P. Møller og av myndugleikunum í Danmark, Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Ætlanin er at Norðurbyggjan skal hýsa mentanarligum tiltøkum av ymiskum slag úr luttakaralondunum og kemur hon harvið eisini at virka sum eitt portur til Útnorður. Danir og útlendingar, sum vilja hava eina kenslu av, hvat hesi trý oyggjalondini í Norðurlantshavi hava at bjóða kunnu við at vitja Norðurbryggjuna, fáa eina fatan av, hvat stendur teimum í boði við at vitja londini.

Umframt at ein partur av tí gamla pakkhúsinum verður brúktur til mentanarlig tiltøk, so fer hon eisini at vera karmur um so nógv annað virksemi eisini. Eitt nú fer íslendska sendistovan at halda til har og somuleiðis føroyska Viðskiftastovan og tann grønlendska við. Tvs. at húsini verða eitt slag av umboðstovu fyri øll londini í Útnorði. Tað verða so eisini aðrir stovnar og feløg úr Útnorðurlondunum, sum fara at hava innivist í nýggja mentanarhúsinum í Keypmannahavn.

Fyrstu tiltøkini í Norðurbryggjuni eru m.a. framsýningin "Veiðumentan í Útnorði", Hasr verða so eisini mong listalig tiltøk. Nevdarformaðurin fyri Norðurbryggjuna er eingin mætari enn fyrrv. íslendski forsetin, Vigdis Finnbogadóttir.

mynd


Í hesum søguliga og stórbara húsinum fer m.a. føroyska Viðskiftastovan í Keypmannahavn at húsast í framtíðini. Mynd Jan Müller