Heldur tíðliga kanska at fara at tosa um jólini, men hjá teimum, sum fyrireika jólakalendaran í Sjónvarpi Føroya er hetta als ikki ov tíðliga. Tey byrja at verða jólalig nógv fyrr enn øll onnur.
Fyrireikingarnar og upptøkurnar av jólakalendaranum í ár eru sum sagt farnar í gongd, og Post-Boði, sum kalendarin eitur, hevur nú brúk fyri hjálp. Tí ætlanin er at vísa upptøkur, sum hyggjarin sjálvur hevur gjørt. Og tað vil siga, at ein og hvør kann senda eina upptøku inn, og so verður hon víst í Sjónvarpi Føroya.
Frá Sjónvarpi Føroya verður sagt, at tað sum kann sendast inn, kann til dømis vera upptøkur at tær, tá tú vart lítil, av kaninini, av hundinum, tá tú spælir ella venur. Enntá verður sagt, at um tú hevur hug at gera ein teknifilm, so ber tað eisini til.
Upptøkan, sum send verður inn, skal verða umleið tveir til tríggjar minuttir til longdar, og so hevur SvF ætlanir um at vísa tríggjar upptøkur, sum eru sendar inn, hvønn dag. Bandið skal verða Sjónvarpinum í hendi innan 15. november. Sagt verður at tað er líka mikið, hvat slag av bandi tað er. Meira fæst at vita um hetta á heimasíðuni hjá SvF www.svf.fo