Nakað av krapa var á vegnum á Velbastaðarhálsi, og tá kann tú skjótt missa harradømið á bilinum.
Og tað var eftir øllum at døma tað, ið var hent í morgun, tá bilurin hjá Postverk Føroya var farin av vegnum, og hevði skrætt fleiri metrar av bilverjuni við sær.
Vakthavandi á Politistøðini veit ikki at siga um nakran fólkaskaða, ella um hvussu illa bilurin fórst.
- Hetta er ikki blivið ringt inn av føraranum. Fólk, sum koyrdu framvið, ringdu tó inn, tí tey hildu, at onkur sat í bilinum. Hetta var umleið klokkan 7.10. Men tað gjørdi tað so ikki. Førarin hevur heldur ikki havt fyri neyðini at ringt óhappið inn, tí eingin skaði er komin á nakran annan bil, eingin fólkaskaði hevur verið og bara bilurin hjá Postverk Føroya hevur fingið skaða, sigur vakthavandi.