Hvør man ikki hava roynt at koma just fimm minuttir ov seint á posthúsið við einum pakka, sum helst skuldi avstað sum allarskjótast? Ella í heila tikið argast inn á, at upplatingartíðirnar hjá posthúsinum eru so ólagaligar hjá vanligum arbeiðsfólki?
Júst slíkar tvørleikar verður bøtt munandi um, nú posthúsið lat upp aftur í morgum við eini nútímans sjálvavgreiðslu.
Nýggj posttøka
"Posttøkan" er heitið á nýggju sjálvavgreiðsluni, har tú kanst senda brøv og pakkar umframt keypa frímerki og brævbjálvar.
Hóast møguleikarnir við nýggju posttøkuni eru nógvir, er hon sera løtt at brúka. Skalt tú til dømis senda ein pakka, leggur tú hann bara á eina vekt og tastar inn navnið á landinum, har hann skal sendast. Á einum telduskíggja sæst nú vekt og kostnaður, umframt at tú kanst velja, um pakkin skal sendast við skipi ella flogfari. Síðani rindar tú við gjaldskorti og koyrir pakkan í eina stóra boks við síðuna av posttøkuni. Hevur tú brúk fyri eyka frímerkjum ella brævbjálvum, kunnu hesi eisini keypast í posttøkuni.
Dagligi leiðarin á posthúsinum, Svanbjørg Manai, fegnast um nýggja postøkuna, sum fer at gera tað munandi lagaligari hjá fólki at brúka posthúsið. Møguleiki verður at koma til posttøkuna til klokkan 22 á kvøldi.
Sms-boð um pakka
Nú posthúsið í miðbýnum letur upp aftur, er høli við postboksum eisini broytt. Inngongdin er beint við høvuðsdyrnar, og munandi betri pláss er eisini í hølinum.
Sum nakað serstakt eru nakrar serliga stórar postboksir nú eisini í hølunum. Hesar skulu brúkast til pakkar, sum fólk sjálvi kunnu heinta. Við einum sms-boðum hava tey nevniliga frammanundan fingið boð um, at ein pakki er komin og nú kann avheintast við at brúka eina ávísa kotu.
Hóast sjálvavgreiðslan á posthúsinum nú er munandi víðkað, merkir tað ikki, at brúk verður fyri færri starvsfólki, sigur Svanbjørg Manai.
- Í fyrsta umfari fer eitt fólk at taka sær av at vegleiða í sjálvavgreiðsluni. Annars eru ikki ætlanir um at gera broytingar í starvsfólkahópinum í sambandi við nýggju sjálvavgreiðsluna, sigur Savnbjørg Manai.
Hon leggur afturat, at Post Danmark hevur brúkt hesar posttøkurnar í eina tíð við sera góðum royndum. Tí hevur Postverk Føroya sett líknandi posttøkur upp á posthúsunum á Óðinshædd, í Saltangará, í Klaksvík og í miðbýnum í Havn sum lið í at gera avgreiðsluna meir kundavinarliga.