Ákæran um, at Tjóðveldisflokkurin skal hava borið so í bandi, at Posverkið ikki verður dagført, eins og landsstýrismaðurin í vinnumálum hevði ætlað, eru púra ógrundaðar.
Hetta staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
? Tjóðveldisflokkurin hevur í øllum lutum stuðlað, at Postverkið kann umskipa seg til ein sjálvstøðugan stovn, endurnýggja seg, rationalisera og betra inntøkugrundarlagið.
? Einasta kravið frá Tjóðveldisflokkinum hevur verið, at tá stóran umleggingar verða gjørdar, skal hetta vera í samráð við starvsfólkið og avvarandi fakfeløg. Harafturat skal umleggingin gerast á ein skipaðan hátt, so ótryggleiki og kaos ikki valdar, sigur Høgni Hoydal.
Semjan stendur við
Í grein í Sosialinum í gjár varð víst á, at ein politisk semja varð gjørd í landsstýrinum, um at postverkið skuldi umskipast. Hesa semjuna segði Bjarni Djurholm, at Tjóðveldisflokkurin hevur brotið.
Men sambært Høgna Hoydal stendur semjan við.
? Royndirnar av framferðini viðvíkjandi Landsverksfrøðingsstovninum siga alt um, hvussu farast kann skeivt fram við tí úrsliti, at ótryggleiki valdar og stórur førleiki kann fara fyri skjeyti.
? Tí varð ein politisk semja gjørd um, at komandi trý árini skal Postverkið fara undir eina umlegging, og at neyðugur peningur verður settur av til íløgur í tøkni, eftirútbúgving og skipanir fyri starvsfólkið.
? Hendan semja stendur við, og umleggingin kann fremjast beinan vegin, staðfestir Høgni Hoydal.
Roynir at privatisera
Lógaruppskotið hjá Bjarna Djurholm um postvirksemi varð ikki avgreitt í tinginum hesa setuna. Men tað heldur Høgni Hoydal ikki vera nakra gølu, tí uppskotið hevði einki beinleiðis við ætlaðu umleggingarnar á posthúsinum at gera. Talan var um eina generella lóg um postvirksemi. Uppskotið gav ikki Postverkinum pening ella nakra nýskipan.
? At bæði postverksstjórin og landsstýrismaðurin í vinnumálum alment hava hótt við hópuppsagnum á Postverkinum, eftir at uppskotið ikki kom fram aftur úr vinnunevndini, hevur onga sakliga grundgeving. Tað svarar til, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevði hótt við hópuppsagnum á Útvarpi og Sjónvarpi, eftir at uppskotið um kringvarp mátti takast aftur, vísir Høgni Hoydal á.
Formaður Tjóðveldisfloksins vísir á, at lógin um postvirksemi kann leggjast fram aftur á ólavsøku, tá ivaspurningar í vinnunevndini vónandi verða greiðir.
? At ótryggleiki og politisk rumbul nú verður skapt av hesum, kann bara grundgevast við partapolitiskum áhugamálum.
? Tað tykist sum endamálið er at mála eina so svarta mynd av Postverkinum, at onki skal bera til uttan at lata privatar taka uppgávurnar uppá seg.
? Men ongin politisk forðing er fyri at fara undir umleggja Postverkið til eina nútímans fyritøku. Verður tað gjørt við virðing fyri starvsfólki og teirri týdningarmiklu uppgávu, sum postflutningur er í einum landi, so skuldi borið væl til, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.