Pottar og aromaterapi

Sum vant eru pottarnir væl koyrandi á Sandinum á G!, og afturat tí ber til at slappa av við aromaterapi

Sum vant eru pottarnir gott koyrandi á Sandinum á G!, og afturat tí ber til at slappa av við aromaterapi í Hans Kristian'sa SaunaG!usi.

Fleiri hava longu gjørt sær dælt av hesum, men enn ber til at royna gott SaunaG!us fríggjadagin og leygardagin kl. 14, kl. 16 og kl. 19.

SaunaG!us er aromaterapi í 20 minuttir, har hitin verður koyrdur upp í 80-100 stig, síðani stígur tú út í 5 minuttir at køla teg niður - tú kanst leypa á sjógv ella bara hugna á sandinum - og so verður farið inn aftur í 20 minuttir, har hitin verður koyrdur enn longur upp.

Aromaterapiin virkar so, at vatn blandað við sonevndum æsteriskum oljum verður koyrd á glóðheitar steinar, og síðani dampar blandingin út í sauna'ina. Úrslitið er, at tú kennir teg betur, útreinsar kroppin eins og betrar um immunverjuna.