Myndir: Álvur Haraldsen

Poul Hansen er Ársins Virki 2025

Á Vinnudegnum fekk Poul Hansen heiðurin Ársins Virki 2025.

Myndir: Álvur Haraldsen

Fyritøkan Poul Hansen er Ársins Virki 2025. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.

 

Poul Hansen er ein týðandi partur av føroyska vinnulívinum. Hon hevur havt eitt vakið eyga við nýggjum møguleikum, síðani stovnarin við sama navni fór undir virksemið heima hjá sær sjávum fyri nærum 100 árum síðani.

 

Í dag er Poul Hansen farin frá at vera siðbundin heilsøla til at fevna um handilsketur og gera týðandi strategiskar íløgur í handlar, vistveitingarvinnuna, bryggjarí og líknandi. Alt hetta skapar synergi og er við til at tryggja framtíðarvirksemið hjá fyritøkuni.

 

Orðatakið “Hann, ið einki vágar, hann einki vinnur” lýsir væl søguna hjá Poul Hansen, tí fyritøkan hevur havt framburð, sum krevur dirvi, áræði og fólk, sum síggja møguleikar heldur enn forðingar.

 

##med2##

 

Fyritøkan hevur haft ein tryggan grundrakstur, og føroyski gerandisdagurin hevur altíð verið ryggurin í virkseminum.

 

Grundgeving

Við støði í búskaparligu gongdini, við menningini av nýggjum virkisøkjum og við burðardyggu og sosialu ábyrgdini, sum fyritøkan hevur sýnt í verki, er dómsnevndin samd um at velja Poul Hansen sum Ársins Virki 2025.

 

##med3##

Her er grundgevingin, sum varð lisin upp á Vinnudegnum, tá ið Poul Hansen fekk handað heiðurin:

 

“Hann, ið einki vágar, hann einki vinnur”.

 

Gamla orðatakið lýsir væl søguna, vit nú fara at siga. Um framburðin, sum krevur dirvi, áræði og fólk, sum tora at byrja í smáum og altíð síggja møguleikar heldur enn forðingar. 

 

Tað er júst hetta, vit heiðra í dag, tí at reka handil kann ofta vera torført.  Kappingin er hørð, og um tú ikki alla tíðina ert frammi í skónum, kanst tú skjótt dragna afturúr. Tað krevur hart arbeiði og framhaldandi menning.

 

Søgan um Ársins Virki byrjar, eins og nógvar aðrar søgur gera, heima við hús. Í einum heimi í Havn, har ein nýklaktur handilsmaður fær umboð fyri nakrar fáar turrvørur og bretskt tubbak fyri nærum 100 árum síðani.

 

##med4##

##med5##

Tá í tíðini var ikki óvanligt, at nýggj hugskot ofta byrjaðu í køkinum, í stovuni ella í kjallaranum. Men júst hetta gav óivað nýklakta handilsmanninum rúm fyri at royna seg fram, menna hugskotið og byggja upp royndirnar.

 

Klassiska innovatiónssøgan legði lunnar undir stóru fyritøkuna, sum framvegis er í vøkstri og mennist við tíðini.  Hugskotið hjá gløgga og framskygda manninum vísti seg at bera ávøkst.

 

Og tá ið plássið gjørdist ov lítið, so víðkaði hann um fermetrarnar við fyrst at keypa ein og síðani tveir bygningar afturat. Í dag er røðin av gomlu bygningunum vorðin kend og hugnalig býarmynd við Vágsbotn.

 

Framskygdi stovnarin var vestmenningur. Kanska líkur øðrum framskygdum vestmenningum, sum hava megnað at sæð møguleikar í okkara lítla oyggjasamfelag. Fyritøkan ber framvegis navnið eftir manninum, sum byrjaði einsamallur. 

 

##med6##

##med7##

Í 1977 flutti fyritøkan í stóran, nýmótans bygning, har virksemið framvegis er savnað. Á leiðini og við tíðini, fyritøkan hevur ment seg, er bygningurin útbygdur tvær ferðir.

 

Fyritøkan hevur haft ein tryggan grundrakstur, og hon hevur haft eitt vakið eyga við nýggjum møguleikum, sum hava breiðkað virksemið og vøruúrvalið.

 

Hon er farin frá at vera siðbundin til at fevna um handilsketur og gera týðandi strategiskar íløgur í handlar, vistveitingarvinnuna, bryggjarí og líknandi.

 

Alt hetta skapar synergi og er við til at tryggja framtíðarvirksemið hjá fyritøkuni. Í dag er hon ein handilsfyritøka í breiðari merking. Eitt samtak.

 

Har kanst tú síggja, anga, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar og fáa gastronomisku sansirnar at spæla frítt. Har eru ting, sum lætta um gerandisdagin.

 

Ting, sum eru sjálvsagdur partur av okkara lívi sum føroyingar. Frukt og grønmeti, kølivørur, frystivørur, turrvørur og søtmeti. Ja, føroyski gerandisdagurin hevur altíð verið ryggurin í virkseminum.

 

Ársins virki er ein familjufyritøka, og fyri stuttum settist fjórða ættarliðið við róðrið, eins og triðja ættarliðið framvegis er umboðað í fyritøkuni.

 

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen