Tað gongur sum eftir ánni hjá HB. Í dag var klassikarin í Gundadali, har KÍ vitjaði. HB vann 4-2, og harvið er elsta høvuðsstaðarfelagið nýtt oddalið. Hetta er fyrsta ferðin síðani fimta umfar í 2014, at HB er ovast á talvuni.
Á páskum verður eingin landskapping. Landsliðið fer av landinum, og tí verður ikki spælt í heimligu kappingini aftur fyrrenn um tvær vikur.
HB legði seg framum við tveimum brotsspørkum, sum Christian R. Mouritsen umsetti til mál. Stutt undan steðginum minkaði Jóannes Bjartalíð um munin við fínum langskoti, og lítla løtu eftir steðgin javnaði Jonas Flindt Rasmussen eftir innkast.
Næstu løtuna pressaðu klaksvíkingar, men so fór luftin úr ballónini, og HB fótaði sær aftur. Innskifti Poul Ingason varð dagsins maður, tí hann legði HB framum bæði 3-2 og 4-2.
Meistararnir í B36 eru á veg av Svangaskarði við trivaligum 4-1 sigri. Róaldur Jakobsen umsetti í fyrsta minutti brotsspark til mál. B36 var leikliga omaná, men Otto Reinert Petersen javnaði til 1-1 við stútara, eftir at ein annar av ungu toftamonnunum, Jóhannes Hansen, hevði lagt innfyri.
Lítla løtu undan hvíldini legði Lukasz Cieslewicz B36 framum aftur, og síðsta hálva tíman skoraði B36 tvær ferðir. Málskjúttar vóru Róaldur Jakobsen við fínum langskoti og so Sebastian Pingel, eftir at Lukasz Cieslewicz ósjálvsøkið hevði spælt hann leysan.
Við Stórá í Trongisvági vann TB fyri fyrstu ferð í ár. Úrslitið ímóti AB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, var 1-0. TB liðformaðurin Rógvi Joensen skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki. Síðstu fýra minuttirnar var AB undirmannað, eftir at miðverjin Sørin N. Samuelsen hevði sæð gula kortið tvær ferðir og harvið varð vístur av vøllinum.
Eftir trý umfør sær støðan soleiðis út: HB 7 stig, NSÍ og B36 6 stig, Víkingur 5 stig, ÍF og TB 4 stig, KÍ og Skála 3 stig, B68 2 stig og AB 1 stig.
In.fo greiddi frá gongdini í teimum trimum dystunum í dag http://www.in.fo/matches
Fjórða umfar verður fyrsta vikuskiftið í apríl. Leygardagin 2. apríl: NSÍ-ÍF, sunnudagin 3. apríl KÍ-Skála, Víkingur-B68, B36-AB og TB-HB.
B68-B36 1-4 (1-2)
0-1: Róaldur Jakobsen br
1-1: Otto Reinert Petersen
1-2. Lukasz Cieslewicz
1-3: Róaldur Jakobsen
1-4: Sebastian Pingel
HB-KÍ: 4-2 (2-1)
1-0: Christian R. Mouritsen br
2-0: Christian R. Mouritsen br
2-1: Jóannes Bjartalíð
2-2: Jonas Flindt Rasmussen
3-2: Poul Ingason
4-2: Poul Ingason
TB-AB 1-0 (1-0)
1-0: Rógvi Joensen 19.
Í gjár
ÍF-Víkingur 2-2 (2-1)
1-0: Clayton Soares 23.
2-0: Andy Olsen 40.
2-1: Gert Hansen 45.
2-2: Sølvi Vatnhamar 49.
NSÍ-Skála 2-0 (1-0)
1-0: Per Langgaard 15.
2-0: Petur Knudsen 65.