Poul Jóhannes í Horni

Minningarorð um okkara góða vin Poul Jóhannes í Horni

Tað er tungt at koma heim og ikki síggja teg á hjørninum, sum vit plagdu at siga - og tú gekk niðan at fáa tær ein kaffimunn. Eg kom at kenna teg tá tú og Hallgerð livdu saman, og eg og Jannie komu inn til tykkum við okkara fýra smágentum. Altíð glaður og góður við tær. Men Hallgerð fór tíverri á ungum árum. Tú hevur verið trúfastur og vitja okkum. Børnini kallaðu teg fyri Víkaabbi.


Góði Poul Jóhannes, síðst eg tosaði við teg á sjúkrahúsinum, løgdu vit planir um at fara til Spania í summar at vitja Meinhardt og Viviann, men so skuldi ikki vera. Tveir dagar aftaná at eg kom niður aftur, fekk eg deyðsboðini av tær. Tað kennist hart at eg ongantíð skal síggja teg aftur. Eg veit at tú hevur tað gott har tú ert nú.


Eg takki tykkum, Meinhardt, Vimu og Maibritt fyri, at tit hava verið so góð við gubba. Saknurin er stórur, eisini hjá tykkum Øgga, Niels og Mary, við størstu virðing og sakni, hvíl í friði.


Bryngerð