Poul Málarin 95 ár

Hósdagin 13. september fyllir Poul Christiansen í Havn, vanliga nevndur Poul Málarin, 90 ár. Hann er ættaður úr Porkeri, men flutti longu sum 17 ára gamal til Havnar, har hann fór í læru sum málari hjá Andreasi Mouritsen, vanliga nevndur Gubbi, og har ar­beiddi hann í tilsamans 25 ár, áðrenn hann byrjaði fyri seg sjálvan.
Sum málarameistari og arbeiðsgevari hevði Poul bæði lærlingar og ann­­að fólk aftrat sær øll árini, og sum handverkari var hann tiltikin kvikur og væl­gjørdur. Hetta er ikki minst komið væl við bæði heima og hjá børnunum, tí skuldi okkurt handverksarbeiði gerast, megnaði hann tað nógva sjálvur.
Poul giftist í 1951 við Hjørd­is, fødd Lamhauge og ættað úr Rituvík, og tey búsettust í Jónas Broncksgøtu í Havn, har Poul hevði bygt. Tey fingu børnini Maritu, Suna og Kirstin, og hesi hava givið honum fimm abbabørn, um­framt at hann eisini hev­ur tvær langabbadøtur.
Uppgávubýtið millum Hjørdis og Poul var sum hjá so mongum, at í heiminum ráddi Hjørdis og tók sær av øllum har, meðan Poul arbeiddi úti og stóð fyri tí inntøku, sum krevst í einum og hvørjum húsarhaldi. Tó høvdu tey frá 1965 til 1978 málingahandil í kjall­ar­anum.
Sjálvur helt Poul fram sum málari og legði ikki frá sær, fyrr enn hann var farin um tey 70. Seinnu árini eru eyguni farin at bila, men tað hevur enn ikki hildið honum aftur, tí herfyri hevði hann aftur pensil í síni tryggu hond, tá hann fekk gjørt sær nýggja hill undir sofaborðinum.
Hjørdist doyði í 2005, 77 ára gomul, og fyri Poul og familjuna annars var missurin stórur, tí hon var ein miðdepil hjá øllum. Um­ráðandi er tó at koma sær víðari, og tað hevur Poul eisini gjørt, og síðstu gott og væl fimm árini hevur hann so búð á Ellisheiminum í Havn, har hann stórtrívist.
Hetta ynskti hann sjálv­ur, og ikki minst dámar honum, at tað er sum í goml­um døgum, at bæði døg­urði og nátturði hava sínar føstu tíðir. Og at fáa morgun­drekka borið á songina av og á, er heldur ikki at forakta. Poul hevur bara tað besta at bera øll­um hinum, ið búgva á Ellis­heiminum, eins og starvs­fólkunum.
Hóast eyguni og eisini hoyrnin bila, er Poul so væl fyri, sum ein gamal maður kann vera tað. Hann fylgir væl við í tíðindameldrinum og styttir sær stundir við at lesa nógv, serliga føroyskar bøkur. Altíð er hann klárur við einum brosi og gjarna eini góðari søgu ella tveim­um, tí hann hevur gott minni og hartil góð evni at siga frá.
Sjálvur sigur Poul seg vera farnan at merkja tey mongu árini, men innan er hann enn sum unglingin, við góðum lívsneista í eyg­an­um. Tað munnu tey mongu óivað eisini fara at sanna, sum koma at vitja hann seinnapartin føð­ing­ar­dagin, tá hann frá klokkan 17 hevur opið hús á Ellis­heim­inum í V.U. Hamm­ers­haimbs­gøtu 7.
Hjartaliga tillukku við teimum 95 árunum, Poul!
-----
fjølskylda