– Ja, tað geri eg, er púra greiða svarið.
Poul Michelsen hevur eina drúgva politiska yrkisleið. Men hann hevur eina enn longri vinnuliga yrkisleið. Fyri 45 árum síðani byrjaði hann sína egnu fyritøku, P/F Poul Michelsen, eftir at hann hevði starvast hjá ørðum heilsølum og fekk møguleikan at byrja fyri seg sjálvan. Ein fyritøka, sum rekur heilsølu, handil og ídna.
Tað var longu í 1974, at hann stovnaði fyritøkuna, sum sambært innara virði roknskapsins er verd oman fyri 60 milliónir krónur.
Hóast tað, so hevur Poul Michelsen brúkt nógv ár av sínum virkna lívi sum politikari heldur enn at tjúkla um sína egnu fyritøku.
Hann varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð fyri Fólkaflokkin í 1980. Og hann gjørdist við tað sama borgarstjóri – eitt starv hann røkti frá 1. januar í 1981 til 31. desember í 1992 – hann stillaði ikki uppaftur til býráðsvalið, sum var í november 1992.
Hann var tá givin í løgtinginum, tí hann stillaði heldur ikki uppaftur á valinum í 1990. Hann hevði tá verið løgtingsmaður síðani 1984.
Nú hildu fólk kanska, at tíðin hjá politikaranum – og ikki minst býarkonginum í Havn, Poul Michelsen, var farin – men nei.
Hugurin stóð til politikkin. Í 2002 og í 2004 stillaði hann uppaftur fyri flokk sín, Fólkaflokkin. Hóast ov stuttur, so kom hann báðu ferðirnar innum sum varamaður fyri landsstýrisfólk.
Í 2008 varð hann valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann var tó ikki helt samdur við flokkin, sum hann helt hevði flutt seg frá upprunaligu virðunum. Endin var, at hann fór úr flokkinum og stovnaði nýggjan flokk, Framsókn.
Við stovnanini av Framsókn stóðst ein nýggj leið í føroyskum politikki. Borgarlig og liberal fólk í Havn vórðu við stovnanini av Framsókn kloyvd í tvíning. Tað endaði við, at Framsókn á seinasta løgtinsvali í 2015 mundi yvirhálað Fólkaflokkin í Havn. Har vantaðu bara hálvtannaðhundrað atvøður, so var Framsókn hjá Poul Michelsen størri enn gamli Fólkaflokkurin.
Og fyri Framsókn er tað uttan iva umráðandi, at Fólkaflokkurin ikki sleppur til valdið aftur og rør aftur á aftur ta linjuna, sum til dømis Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni og Jacob Vestergaard standa fyri.
Júst málið um tey samkyndu, sum nú kunnu giftast, um fiskivinnunýskipanina, og aðrar ideologiskar ósmejur millum Framsókn og Fólkaflokkin ger, at Framsókn ætlar sær at heinta borgarligar atkøvður í Havn, sum ikki vilja konservativu linjuna hjá Fólkaflokkinum, og sum tí síggja Framsókn sum eitt upplagt alternativ fram um vinstravenda Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Og tann progressivi politikarin, sum tekur kampin upp at vinna borgarligar, liberalar atkvøður frá Fókaflokkinum og vinstraflokkunum, er ein skjótt 75 ára gamal vinnulívsmaður við framúr vinnuligum úrslitum.