Poul Michelsen vísir samhuga við japanarum

Í Japan hevur so herviligt áarføri elvt til stórar skaðar

– Eg varð ómetaliga harmur, tá ið eg frætti um áarførið, og vatnflóðina og skriðulopini í vestara parti í Japan. 

 

 

Soleiðis orðar, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, seg í samhugaskrivi, hann nú hevur sent starvsbróður sínum í Japan, Taro Kono.

 

 

Í farnu viku var rættiligur stoytingur í vestara parti í Japan, og tað hevur til skriðulop og vatnflóð. Útlendskir miðlar hava skrivað, at í farnu viku regnaði tríggjar ferðir so nógv, sum tað annars plagar at regna í allan juli mánað og næstan 200 fólk hava latið lív, og næstan 100 onnur eru saknað.

 

 

Eini 225.000 húski hava ikki reint vatn og onnur túsundtals húski hava heldur ikki streym og hetta er ringasta vatnflóð í Japan í 36 ár.

 

 

Hetta hevur fingið Poul Michelsen at senda japanarum samhugaskriv, har hann, vegna landsstýrið, vísir teimum, sum eru rakt av vanlukkuni, sín samhuga.

 

 

Tankar okkara, og okkara hjartans samhugi er við teimum, sum syrgja tey, sum deyð eru í, leggur hann afturat. Hann vísir á, at óvarandi vanlukkur, sum tær veldugi náttúrukreftirnar elva til, eru altíð syrgiligar og eg sendi okkara djúpastu samkenslu til tey, sum eru rakt, sigur Poul Michelsen.