Á tingfundi týsdagin fer løgtingið at fella uppskotið hjá Poul Michelsen til samtyktar um at leggja ognarrættin, raksturin og umsitingina av almenna fjarskiftiskervinum í eitt sjálvstøðugt alment felag.
Tað var Poul Michelsen, sum vegna Framsókn legði málið fram tann 17. desember í fjør. Vinnunevndin hevur nú viðgjørt uppskotið, og fær tað kaldliga móttøku.
Kontroversiell andstøðuuppskot verða so mangan í politisku skipanin móttikin við boðunum um, at »av tí at landsstýrið arbeiðir við málinum....«, so verður ikki tikið undir við tí.
Soleiðis er eisini í hesum førinum. Vinnunevndin sigur seg vera samda við Poul Michelsen í, at vit skulu hava javna kapping fyri allar samskiftisveitarar á fjarskiftisnetinum, har eigin veitari skal hava nakran fyrimun fram um annan.
– Nevndin hevur tikið til eftirtektar, at landsstýrismaðurin í næstum kemur at leggja uppskot fyri tingið um eina nýggja fjarskiftislóg, ið verður ein kappingarlóg, sum gevur Fjarskiftiseftirlitinum øktar heimildir til tess at tryggja kapping og lægri prísir á Fjarskiftisnetinum, um hetta verður mett neyðugt, sigur Vinnunevndin í álitinum.
Nevndin vísiri eisini á, at Fjarskiftiseftirlitið kann í heilt serligum førum áleggja veitarum við ráðandi marknaðarstøðu skyldur um virkisligt sundurbýti, um so er, at eftirlitið staðfestir týðandi og áhaldandi kappingartrupulleikar ella marknaðarbrek.
– Hervið inniheldur nýggja fjarskiftislógin eina heilmild til at krevja eitt virkisbýti (funktionella sundurbýting) millum FT Net og Føroya Tele, tó er kravið, at tað verður staðfest týðandi marknaðarbrek ella kappingartrupulleikar við verandi bygnaði.
Vinnunevndin metir, at tað hevði verið skilagott um nevndarformaðurin í FT Net var ein uttanveltaður persónur, soleiðis at ivi ikki verður sáddur um óheftni hjá felagnum.
Nýggja fjarskiftislógin er ein liður at tryggja veruliga kapping á fjarskiftismarknaðinum, til gagns fyri brúkaran, og eitt amboð hjá Fjarskiftiseftirlitinum at kanna, hvør tørvur er á at nýta heimildirnar í lógini, mótvegis veitarum við ráðandi marknaðarstøðu, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um at skilja Net-felagið frá Føroya Tele.
– Ein so týðandi avgerð, sum kann fáa avleiðingar fyri feløgini á fjarskiftismarknaðinum umframt menningina innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum og harvið menningina av tí føroyska samfelagnum sum heild, eigur at fáa eina so nágreiniliga viðgerð, sum til ber, sigur nevndin.
– Tí krevur ein avgerð um at leggja FT-net í eitt sjálvstøðugt alment felag at vera grundað á eina gjølla fakliga viðgerð, og vera tikin á einum so upplýstum grundarlagi sum gjørligt, sigur nevndin, sum leggur afturat:
– Út frá tí, at landsstýrismaðurin kemur við eini fjarskiftislóg í Løgtingið, og vísandi til omanfyristandandi, tekur ein samd Vinnunevnd ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Í vinnunevndini sita:
Alfred Olsen formaður
Kári P. Højgaard næstformaður
Aksel V. Johannesen
Bjørt Samuelsen
Hanus Samró
Bjarni Djurholm
Janus Rein