Poul og Ludvík í Smiðjuni

Hósdagin 2. februar læt ein málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru teir báðir Poul Hentze og Ludvík Petersen í Havn, sum sýna fram umleið 50 málningar

Talan er um bæði olju- vatnlits- og pastellmálningar. Myndevnini er øll úr føroysku náttúruni.

Poul og Ludvík hava áður sýnt fram sínar málningar, men hetta er fyrstu ferð at teir hava eina felags framsýning.

Poul er útbúgvin lærari og undirvísir m.a. í handverki og list í Hoyvíkar skúla. Ludvík er útbúgvin bakari og málar í síni frítíð.

Framsýningin er opin til og við 8. februar. Opið er allar dagar frá kl. 16-19.