PowerMeet leygardagin

Leygardagin 30. apríl kl. 12 verður Powermeet í SMS.

Powermeet er eitt tiltak, sum motorsúkklufelagið Føroya-MC skipar fyri, har motorsúkklur kappast um hvør súkkla hevur flestar hestakreftir. Motorsúkklurnar koyra upp á eitt rullufelt, sum so roknar út hestakreftirnar. Súkklurnar verða bólkaðar eftir slag og stødd á motori, og tann súkklan, ið hevur flestar hestakreftir í sínum bólki verður vinnari. Vinnararnir fyri hvønn klassa fáa eina medalju. Powermeet verður á parkeringsøkinum uttan fyri Rit & Rák. Felagstúrur til Kirkjubøar verður áðrenn Powermeet byrjar, og møtt verður á Magnstøðini við Ringvegin kl. 11.